Zelinsky hevði Azov hermenn heim við
Ukraina hevur gjørt avtalu við Turkaland um at lata leysar 5 krígsfangar frá Azov stálverkinum. Tað er óvist hvussu avtalan kom í lag
Ukrainski presidenturin Zelinsky hevur verið í Turkalandi. Hann hevur havt samráðingar við Erdogan og hevur fingið Erdogan at játta at leyslata nakrar AZOV hermenn sum sótu í húsavarhaldi í Turkalandi. Teir vóru tikinir til fanga, tá teir seinastu yvirgóðu seg í Azov stálverkinum í Mariupol fyri ári síðan.
Hví Erdogan hevur gjørt hesa avtalu fæst ikki upplýst. Russar siga, at teir meta hetta sum brot á avtaluna, men hetta bleiv gjørt tí at USA og Nato kroystu Turkaland til hetta.
Teir ukrainsku hermennirnar verða nevndir við navni. Teir eru Denys Prokopenko, Svyatoslav Palamar, Serhiy Volynsky, Oleh Khomenko and Denys Shleha.
Upplýsingar um teir finnast á netinum. 3 hava verið limir og herovastar í AZOV í sera nógv ár. Tveir hava verið herovastar á Krim og í Mariupol. Í Mariupol var sera ófriðaligt í 2014 og tað hevur tí verið sera rokaligt í økinum í nógv ár.
Hví tað hevur tídning fyri Zelinsky er trupult at meta um. Men tað var stór móttøka í Lviv sum er vestalaga í Ukraina. Vanliga er okkurt ávegis tá Zelinsky ger okkurt.
Nato fundur verður í vikuni og eftir tí vit hoyra, so verður úrslitið ikki tað Ukrainar ynskja sær. Kyrylo Budanov, sum er stjóri á fregnartænastuni í Ukraina sigur seg hava sæð útkast og hann var ikki nøgdur.
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











