Kósin er katastrofal, og gølukend
Løkshøll var karmur um framtíð føroyinga við hesi samgonguni, sum Fólkaflokkurin og Huxa, skipaðu fyri.
Føroyingar hava beina kós móti avgrundini, varð staðfest á almenna tiltakinum, sum hevði yvirskriftina:
Vinnu - og Fullveldispolitikkur
"Hvørjar avleiðingar fær førdi politikkur fyri okkara framtíð."
Framløgurnar høvdu:
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Regin Jacobsen, stjóri, Bakkafrost.
Símun Pauli Sivertsen, stjóri, Bergfrost.
Politisk umboð høvdu "sofaprát" á krakkum. Teir vóru:
Karlot Hergeirsson, Framsókn.
Eirikur í Jákupsstovu, Tjóðveldi
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
Janus Trúgvason, frá Safir, stóð fyri tónleikinum, og Jón Brian Hvidtfeldt, var orðstýrari.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, legði á bláman. Og tað var skjótt greitt, at hesaferð var hann ikki á kós við flokk sín, og gav eina aðra, nokkso revsandi ramsu um førda politikkin hjá samgonguni, í tí stíli, hann nú einaferð hevur lagt seg eftir.
Aftaná hann, fekk Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, orðið. Regin vísti sakliga á, at politiski myndugleikin, frá fyrsta degi, hevði fingið upplýst, at tað í longdini fór at fáa ógvusligar avleiðingar, um tøkugjaldið, og "stigin" fór at gerast veruleiki.
Tað vísti seg eisini skjótt, at sjálvt um ávaringarnar vóru bornar fram fyri Vinnunevndini í Løgtinginum, og undir hoyringum, valdi samgongan og ein sera smalur meiriluti, IKKI at lurta eftir ávaringunum.
Úrslitið var, at Bakkafrost mátti gera umfatandi umleggingar, men tað, sum verri er, er, at íløgurnar, sum Bakkafrost hevði ætlað í Føroyum, eru minkaðar, og í staðin er ferð sett á íløgur í Skotlandi fyri framtíðina, er eisini nakað, ið hevur verið frammi alment.
Samgongan hevur leingið vita, at Bakkafrost, hevur sagt seg ikki kunna gera sáttmálar, sum "stigin" ávirkar avgerandi, men øll lata bara standa til.
Aftaná Regin Jacobsen, kom túrurin til Símun Paula Sivertsen, stjóri, Bergfrost.
Hann grundgav fyri risa missi hjá avleiddum vinnum, og fyri Føroyska búskapinum, um føroyingar fóru at missa Barentshavið, og var inni á pelagisku vinnuni, og tann týdning hon hevur fyri landið.
Hann nevndi manningar, og risa tøl fyri uppaftur størri samfelagsliga miss, grundað á Norska kanning, sum vísti, hvussu nógv ein sjómaður var meira verdur, var vinnan á landið roknað uppí.
Samanumtikið var tað ein katastrofa, at missa Barentshavið.
Seinastur at koma við framløgu, var Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, og núverandi nevndarlimur.
Hann segði seg vera samdan við tí mesta, formaðurin í Búskaparráðnum, hevði sagt alment um vandan fyri føroyska búskapinum.
Men hann segði so eisini nakað um stýring av heilsuverkinum, og tók dømi í vaktskipanini hjá kommunulæknunum, har avtalur vóru gjørdar, men grundleggjandi ósemjur kortini vísti seg, og at hetta var prógv fyri, at her mátti aðrir bollara í suppuna.
Men Johnny í Grótinum, gav eisini samgonguni, gott vápn, til onga avgerandi meining at hava, uttan bara at lata standa til við at skrúva uppá gjøldini fyrilitaleyst.
Í hesum sambandinum varð Hagstova Føroya, brúkt. Nú vóru nógv fleiri tøl komin inn í búskapin, men enn manglaði nógv, fyri at kunna siga, hvat ein rættvísandi mynd var av búskapinum í mun til BTU.
Hetta vóru teir á krakkunum í "sofaprátinum", ikki seinir at brúka:
Niðurstøðan hjá bæði Karlot, og Eiriki, var, at hagtølini manglaðu, fyri at kunna siga, at almennu gjøldini vóru rímulig ella órímulig, og tí høvdu báðir lyndi til at halda, at gjøldini kundu vera standandi, men báðir vóru sinnaðir at gera broytingar, og semjur.
Til tað er at siga, at sama boðskap kom Høgni Hoydal eisini við, áðrenn nakað var avgjørt, men hansara semjur gingu út uppá, at øll onnur skuldu vera samd við honum, so, er hetta tað, Karlot og Eirikur, vilja, kan tað vera líka vítt sum sítt, at royna nakað slíkt.
Beinir Johannesen, helt tað var rættast, at taka gjøldini inn eftir roknskparliga prinsippinum um yvirskot, sum jú eisini vildi sissa vinnuna, grundleggjandi.
Men sjálvt um vinnan hevur haft risa avlop, tá fiskiskapurin, ella tøkan í alingini, hevur verið góð, og harvið genererað stór avlop til høg gjøld til tað almenna, kom umboði hjá Framsókn inn við einum kíla millum politisku rivjabeinini.
"...Eg sigi ikki, at tað er so, men man hevur hoyrt, at fyritøkurnar einki eiga, tí einki avlop hevur verið, at gera gott við til tað almenna,.." segði Framsóknarmaðurin.
Her er so ein, sum kallar seg at vera borgarligan, sum lítla og onga tiltrúgv hevði til vinnuna, tá hann, út frá nøkrum, "hann ikki veit," kortini tekur støðu um, á einum óupplýstum grundarlagið, at "gita og ikki vita" nakað um.
Tjóðveldi er á somu bylgjulongd, men har hava tey frammanundan gjørt av, at føroyski búskapurin skal ikki vera tengdur at Russlandi, vælvitandi um, at hava føroyingar ikki Barentshavið, hava føroyingar onki, tí Javnaðarflokkurin á Fólkatingið, saman við donsku stjórnini, og EU, ikki vilja arbeiða fyri einari betri atgongd til Europeiska marknaðin.
Tað hevur í gjøgnum alla politisku seansuna um Barentshavið, at avtalan við Russland, ikki var nóg stabil. Búi Tyril, spurdi úr salinum, hvar teir høvdu tað frá, men fekk onki svar.
Onkur nevndi Ukraina, men kríggið hevur leikað á í longri tíð, og Russland hevur verið í kríggi fyrr, uttan at hetta hevur ávirka avtalur av hesum slagi.
So kom politiski skemtarin, og "hoffnar", Sjúrður Skaale, sum elskar at seta "lus i skindpelsen, við nøkrum, sum enn einaferð avdúkaði hann, sum politiskan tossa.
Skemtarin, hevði fanga, at "tvær dangur" kundu fiska tað sama á Føroyagrunninum, sum allur Barentshavsflotin fiskaði.
Sjúrður Skaale helt ikki, at hetta kundi bera til, tí russarar høvdu fleiri enn 20 risaskip í føroyskum sjógvi, og at hann hevði sæð í skjølum, at ætlanin er at hækka talið upp í 30 risaskip.
Hansara niðurstøða var útfrá hesum, at tað var nokk til hjá føroyingum at liva av á Føroyagrunninum.
Men so bað Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í borgarligu samgonguni um orðið.
Hann segði stutt og greitt, at Sjúrði Skaale, manipuleraði, tí tann listin av skipum, sum russarar høvdu, høvdu onnur lond eisini. Tá føroyingar royna við fremmandar strendur, er eisini ein listi við føroyskum skipum, sum kunnu fiska kvotur, men tað merkir ikki, at øll skipini fara at fiska.
Soleiðis bleiv Sjúrður Skaale, skolaður út, sum óálítandi politiskur manipulatorur. sum ikki vil føroyskum búskapi nakað gott.
Samanumtikið, ein heldur tómur umgangur, sum retoriskt manglaði brodd, tó at boðskapurin var greiður, og vit kunnu aftaná spyrja, hví orðstýrarin ikki fann inn til kjarnuna, og avleiðingarnar, tí sjálvt um ikki allar avleiðingar eru komnar fram um førda plitikkin hjá samgonguni, er nokk komið fram til, at bora í gøluni, og vísir okkum, at gongdin ber til undirgang, og ikki til framburð.
Stigin til alivinnuna er eitt, íløgurnar hjá Bakkafrost, eitt annað, og so hevur verið alment frammi um, at Bakkafrost er bakkkað út úr stóra prosjektinum í Sandoynni, har arbeitt var við teirri føroysku laksastammuni.
Men hagapartarnir kravdu so nógv fyri vatnið, at prosjektið ikki kundi gjøgnumførast, og er tí fyribils slept, ein íløga, sum kundi givið Sandoynni nógv arbeiðspláss, men fær nú einki, tí tey gera, sum samgongan krevur meginpartin av yvirskotinum, so ikki er nokk til íløgur í Føroyum.
Uppá sikt, verður hetta tað, sum drepur hugin til at gera nýggjar íløgur í Føroyum, tí tað snøgt sagt ikki loysir seg.
Harvið er samgongan við til at reka okkara íløgur til onnur lond, sum øll taka í móti við opnum ørmum.
Hetta var tað, eg valdi at taka við av tí, eg hoyrdi gjøgnum link og fartelefon, sum ikki var tað besta sambandið.
Hetta hevur Dan Klein skriva á sínum Facebook vanga
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Meginfelag Útróðrarmanna havt limafund

So svakan havi eg ongantíð sæð Tobba verið!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











