Andakt
Páll Poulsen skrivar
Tá ið íløtini vóru full, segði hon við son sín: „Rætt mær eitt ílat enn!“ Men hann svaraði: „Einki ílat er eftir!“ Tá helt oljan uppat at renna. 2.Kong.4.6
Einkjan lænti tóm íløt, sum Elisa hevði givið henni boð um, og byrjaði at hella olju úr krukku síni, tí einastu hon hevði. Oljan helt á at renna úr krukkuni til seinasta ílætið var fult. Olja er vanliga ein mynd av Heilaga Andanum, og vit læra av hesum, at Andin vilja fylla okkum í tað mát, vit eru Honum tøk. Hetta var kraftin aftanfyri fyrstu ápostlarnar - sum vóru hildnir at vera óvitandi og ólærdir menn – og tó skaptu teir so framúrskarandi úrslit! Teir vóru fyltir av Heilaga Andanum. Máttu vit eisini yvirgivið okkum fult og heilt til Hansara og uppliva somu signingar.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Eitt vakurt stað var henda jørð,
um ljósið valdið bar,
hvør ljós og fríð, ja, Eden lík,
um syndin ikki var!
Tó – sálir ganga uttan Gud,
og myrkrið harri er;
so ger meg, Jesus, meir og meir
eitt ljós á vegnum her!
Niðurlag: Eitt ljós á vegnum her,
eg biði, Gud, meg ger!
Á, fyll tú meg,
so verði eg
eitt ljós á vegnum her!
Eitt ljós á vegnum her,
sum ljós til onnur ber –
á, fyll tú meg,
so verði eg
eitt ljós á vegnum her!
2. So mangur vilstur er av leið
og tørvar hjálp í neyð,
eitt orð um Jesus, Frelsaran,
sum doyði fyri tey;
Gud, lat meg hoyra tína rødd,
og lýdnan tú meg ger,
so skal eg vera syndarum
eitt ljós á vegnum her!
3. Vit eru ljós – um stór, um smá,
Gud nýtir okkum øll;
so birt títt ljós, at klárt tað sæst
um dalar og um fjøll!
Gud, fyll tú meg av Andanum,
og styrk og leið tú meg!
So skal eg vera syndarum
eitt ljós á myrkum veg.
*Eliza E. Hewitt (Amer.), 1851–1920.
{Lag: Joseph Lincoln Hall (Amer.), 1866–1930}.
(Jákup Olsen týddi).
Nr 1005 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Gobal warming

Hví skulu ríkar konur í Hoyvík fáa 100.000 í stuðli til óneyðugt bilkeyp

Sannlíkt at Ukrainsk raket drap 16 ukrainar

Stórfundur um at hjálpa Ukraina

Zelinski vrakaður í Ísrael
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











