Minni sild og makrelur komandi ár
Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft.
Havstovan skrivar á heimasíðuni um tilmælið frá ICES, sum er almannkunngjørt í morgun
Makrelur
Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 5% í mun til í ár. Makrel-stovnurin var í vøkstri frá 2007 fram til 2014, men síðani tá hevur hann verið í minking. Stovnsmetingin vísir, at gýtingarstovnurin er 3,7 mió. tons. Hetta er oman fyri markið, nær neyðugt er at vísa varsemi, sambært umsitingarætlanini. Tilgongdin hevur verið góð síðani 2001.
Veiðitrýstið er minkað síðani 2003 og lá árini 2010 til 2020 undir hámarkinum fyri, nær mett verður, at veiðan er burðardygg (FMSY = 0,26). Nógva veiðan, saman við minkandi stovni, hevur havt við sær, at veiðitrýstið í 2023 er komið upp á 0,38, sum er væl oman fyri hámarksvirðið.
Svartkjaftur
Tilmælið fyri svartkjaft er 1.529.754 tons fyri 2024, sum er ein hækking á 12,5% í mun til tilmælið í ár. Henda hækking kemst av góðu tilgongdini av árgangunum 2020 og 2021, og serliga er metingin av 2021-árganginum hækkað í ársins stovnsmeting. Hesir báðir árgangirnir verða partur av gýtingarstovninum komandi ár. Árgangurin frá 2022 er mettur at vera undir miðal.
Gýtingarstovnurin er mettur at vera 6,8 mió. tons, sum er væl oman fyri støddina, har tað sambært umsitingarætlanini er neyðugt at vísa varsemi. Minkingin síðani 2018 er vend til eina hækking í fjør og í ár vegna góðu tilgongdina.
Veiðitrýstið í ár er 0,515, sum er oman fyri burðardygga hámarkið (FMSY = 0,32). Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið síðani 2014.
Norðhavssild
Tilmælið fyri norðhavssild er 390.010 tons fyri 2024, sum er ein lækking á 24% í mun til í ár. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at gýtingarstovnurin kvinkaði eitt vet uppeftir í fyrrárið. Hann hevur verið á saman støði í fjør, men er minkaður aftur í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.
Gýtingarstovnurin er mettur at vera 3,059 mió. tons, sum er undir markinum fyri nær stovnurin sambært umsitingarætlanini er burðardyggur (3,184 t = Btrigger). Tað merkir eisini, at tilmælið lækkar við heili 24%. Hetta er meiri enn tey 20%, sum í umsitingarætlanini eru markvirðið fyri, hvussu nógv veiðan kann skerjast eftir einum ári, tá stovnurin er størri enn burðardygga lágmarkið. Tilgongdin áðrenn og aftan á 2016 er mett at vera vánalig, og tí væntast gýtingarstovnurin komandi ár eisini at verða undir burðardygga lágmarkinum.
Veiðitrýstið er vaksið síðani 2015 og er nú 0,186, sum er oman fyri hámarkið fyri, nær varsemi skal vísast (FMSY = 0,157).
Vegna ósemju um býtið av stovnunum, hevur fiskiskapurin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild seinastu árini ligið um 30-45% oman fyri vísindaligu ráðgevingina.
Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardyggu veiðu (tons) fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2024 og broytingarnar frá 2023 til 2024.
Tilmælið
2024
Broyting í tilmæli frá 2023 til 2024
Makrelur
739.386
782.066
-5 %
Svartkjaftur
1.529.754
1.359.629
12,5 %
Norðhavssild
390.010
511.171
-24 %
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur