Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Siglingarfráboðan er boð um broytingar í sjókortum
Frá 1. januar 2025 sendir Sjóvinnustýrið út siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki.
Siglingarfráboðan er boð um broytingar í sjókortum, antin varandi ella galdandi í styttri tíðarskeið. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við deildina fyri Land- og sjókort á Umhvørvisstovuni.
Vitaverk og og sjóuppmerking varð yvirtikið 1 juni 2024, og tá kom ábyrgdin at senda út siglingarfráboðanir á føroyskar hendur. Síðani tað hevur danska Søfartsstyrelsen vegna føroyskar myndugleikar sent út siglingarfráboðanir – Efterretninger for søfarende. Men 1. januar fer Sjóvinnustýrið at senda út siglingarfráboðan fyri føroyskt sjóøki, og hesar fara sostatt ikki at vera partur av danska Efterretninger for søfarende longur.
Tað er tí umráðandi, at skiparar og navigatørar melda seg til at fáa siglingarfráboðanir á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.
Siglingarfráboðanir skulu ikki blandast við siglingarávaringar, sum eru skundboð til skipaferðslu. MRCC Tórshavn hevur ábyrgdina av at senda út siglingarávaringar.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











