Andakt
Páll Poulsen skrivar
Allir hesir hildu á í bønini av einum huga saman við nøkrum kvinnum, Mariu, móður Jesus, og brøðrum Hansara. Áp.1.14
Loksins fekk Maria forrættin at tilbiðja Frelsaran, hennara Harra Jesus Kristus saman við hinum synum hennara. Tað var tann tíð, tá teir ikki trúðu á Hann, Jóhs.7.5. men nú deildu tey eina felags trúgv. Hvør ein troyst man tað ikki hava verið fyri eina kvinnu, sum júst hevði verið eygnavitni til teir ræðuileikar, ið høvdu verið framdir móti syni hennara – sum endaðu við, at hann varð krossfestur. Hann var nú farin aftur til dýrdina, og hon savnaðist saman við hinum synum hennara at tilbiðja Hann. Er hetta ikki ynskið hjá øllum trúgvandi nú á døgum, sum hava ófrelstar eftirkomarar? At ein dag skulu vit kunna savnast sum familja at tilbiðja Hann?
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Nú dagurin at enda er,
og náttin komin nær,
algóði Gud og Faðir ver
hjá mínum og hjá mær.
2. Vælsigna tey, mær standa nær,
vælsigna henda stað.
Hjálp okkum til at fylgja tær
við trúgvum sinnalag.
*Djóni Isaksen, 1849–1912.
{Lag: Rudolph Bay (Danm.), 1791–1856}
Nr.1458 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur