Andakt
Páll Poulsen skrivar
Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Róm.5.8
Tað sigst, at ein fraklendingur varð innkallaður í herin undir Napoleon-krígnum, rindaði einum manni at fara fyri seg. Nakað eftir doyði hesin staðgongumaðurin á vígvøllinum. Seinni varð ein onnur innkalling gjørd, og hesin maðurin varð aftur innkallaður at gera hertænastu. Á innkallingarskrivstovuni grundgav maðurin, at hann kundi ongantíð innkallast aftur, tí ein var farin í hansara stað, og hesin staðgongumaðurin var deyður. Teir vóru samdir við hann og lótu hann fara. Hvønn sunnudag við Harrans borð kunngera trúgvandi, at “Kristus doyði fyri meg”. Harrin havi lov, at Kristus tók okkara rúm og stað. Vit fara ongantíð at verða straffaði, tí Kristus er okkara signaði Staðgongumaður.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Særdur fyri meg, særdur fyri meg,
negldur á krossin og særdur fyri meg.
Burtur er syndin, og fríur varð eg,
einans tí Jesus varð særdur fyri meg.
2. Doyði fyri meg, doyði fyri meg,
Jesus á krossinum doyði fyri meg.
Bar syndabyrðina, loystur varð eg,
einans tí Jesus leið deyðan fyri meg.
3. Reis fyri meg, reis fyri meg,
Jesus úr grøvini reis fyri meg.
Frá deyðabroddinum frígjørdur eg,
einans tí Jesus reis upp fyri meg.
4. Livir fyri meg, livir fyri meg,
livir í Himli til besta fyri meg.
Leiðir, varðveitir meg á sínum veg,
einans tí Jesus nú livir fyri meg.
5. Tekur meg heim, tekur meg heim,
kemur skjótt aftur og tekur meg heim.
Á, hvør ein gleði hans ásjón at sjá,
hann tá í ævir mín lovsong skal fá.
*W.G. Ovens (Amer.), 1870–1945, (1. vers).
*Gladys Westcott Roberts (Amer.), f. 1888, (versini 2–5).
{Lag: W.G. Owens}.
(Brynleif Hansen týddi).
Nr. 180 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
10 heiðursmerki á Malta
100 ára dagur hjá Andreu Poulsen
Flemish Cap á vandakós
Ivasamt um Tobbi verður borgarstjóri
Jenis av Rana við nýggjari bók
Kæra um kommunuvalið í Runavík
Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar
Miðnám: Bara ein fimtingur ætlar at lesa í Føroyum
Pensjónistarnir snýttir fyri prísjavning av Samhaldsfasta
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
SØGAN UM HANDLARNAR verður givin út
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur