Spurningur um ólógliga kravda heilsutrygdargjaldi
Fyrispurningur og svar viðvíkjandi Heilsutrygdargjaldi
Jacob Vestergaard Løgtingsmaður hevur spurt Margit Stórá, Landsstýriskvinnu um Heilsutrygdargjald
Fyrispurning nr. 52-014/2024 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi ólógliga kravda heilsutrygdargjaldinum til útisiglarar
Spurningar:
Hví verður hildið fram við at innkrevja “ikki goldið” heilsutrygdargjald frá útisiglarum ?
Hví verður ólógliga innkravda heilsutrygdargjaldið ikki útgoldið beinavegin ?
Hvussu nógvar eyka útreiðslur í rentum hevur landskassin fingið, síðan ávikavist kærunevndin tók avgerð, Føroya Rættur segði dóm, Landsrætturin segði dóm, og tað var greitt, at tað ikki slapst í Hægsta Rætt?
Hví verða avgerðir hjá kærunevndini ikki virdar?
Er tað rímiligt at borgarar, sum av órøttum eru kravdir eftir heilsutrygdargjaldi, sjálvir skulu søkja um at fáa gjaldið aftur?
Viðmerkingar:
Fleiri borgarar skula møta í rættinum um eitt gjald, sum er kravt inn av órøttum. Tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu nógvar eyka útreiðslur landskassin hevur fingið frá tíðarskeiðinum, tá borgarin fekk viðhald í kærunevndini, til dagin í dag.
Heilsutrygdargjaldið til útisiglarar er kravt inn av órøttum.
Tað er staðfest í rættarskipanini. Tó verður tað framvegis hildið fram at krevja inn “ikki goldið” heilsutrygdargjald umvegis Gældsstyrelsen í Danmark.
Hetta hevur við sær, at fleiri borgarar skulu møta í rættinum, hóast hetta gjaldið er kravt inn av órøttum.Fleiri teirra umhugsa tí at krevja endurgjald fyri mista arbeiðstíð v.m.
Um vanligt var, rindaði myndugleikin borgaranum endurgjaldið/skuldina, tá rættarskipanin hevði talað.Tað er framvegis ikki gjørt, og tískil fær landskassin eyka rentuútreiðslur hvønn dag.
Tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu nógvar eyka útreiðslur landskassin hevur fingið frá tíðarskeiðinum, tá borgarin fekk viðhald í kærunevndini, til dagin í dag.
Kæruskipanin er góð, og er hon til at hjálpa borgarum og avlasta rættarskipanina. Men um almennir myndugleikar ikki virða avgerðir, sum kærunevndirnar taka, máar tað grundarlagið undan skipanini.
Tað frættist, at ætlanin er, at borgararnir sjálvir skulu krevja ólógliga innkravda gjaldið aftur.
Tá myndugleikin krevur borgarar í rættin –eftir ólógliga inngjaldinum – hevur myndugleikin yvirlit yvir, hvat hann skyldar borgarunum.
Tískil skuldi tað verið einfalt at rinda heilsutrygdargjaldið aftur.
Svar:
Til spurning 1 og 2
Tann 1. juli í ár fekk Heilsutrygd heimild til at gera undantak í gjaldsskylduni, tá fólk søkja um hetta, vísandi til Norðurlendsku konventiónina um sosiala trygd. Undantakið kann veitast fyri 2024 og frameftir.
Sum áður fráboðað, m.a. í svari til § 52 a fyrispurning á Løgtingið í august í ár, so verður arbeitt við eini skipan í sambandi við afturbering av innkravdum heilsutrygdargjaldi. Hetta arbeiðið er rættiliga umfatandi. Eftir ætlan verður lógaruppskot til broyting í heilsutrygdarlógini, sum skal áseta reglur fyri slík endurgjøld, lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu.
Talan er um neyðugt arbeiði, tí tað ber ikki til at staðfesta, hvør hevur rætt til undantak frá at gjalda heilsutrygdargjald uttan skjalprógv. Heilsutrygd veit ikki, hvør hevur rætt til at fáa afturgoldið heilsutrygdargjald. Til hetta krevst, at persónurin sjálvur upplýsir, nær hann hevur arbeitt uttanlands, og hvørt persónurin hevur rindað sosialt tryggingargjald har. Áðrenn Heilsutrygd veit hetta, kann Heilsutrygd ikki vita, hvat fyri endurgjald persónurin hevur rætt til.
TAKS hevur upplýst, at TAKS, sum innheintingarmyndugleiki, ikki kann steðgað innheinting, fyrr enn TAKS hevur fingið upplýst, hvør persónur hevur rætt til undantak. Á sama hátt kann TAKS ei heldur gjalda út aftur goldið heilsutrygdargjald, fyrr enn stovnurin hevur fingið upplýst, hvør persónur skal hava afturgoldið og fyri hvat tíðarskeið.
Til spurning 3
TAKS hevur upplýst, at Landskassin ikki enn hevur havt nakrar rentuútreiðslur av ov nógv goldnum heilsutrygdargjaldi.
Ongin áseting er í galdandi løgtingslóg um almenna heilsutrygd, at persónar, sum hava rindað av órøttum, hava rætt til rentur.
Til spurning 4
Talan var um ógreiðar heimildir og ósemju um tulking. Lóg um almenna heilsutrygd gav ikki stovninum Heilsutrygd nakra heimild til at gera undantak frá gjaldsskylduni. Samstundis var tulkingin av konventiónini og Heimastýrislógini mett at vera ivasom. Tí vóru nøkur prinsippmál roynd í rættinum.
Síðani er heilsutrygdarlógin broytt soleiðis, at heimildin til at geva undantak er greið.
Til spurning 5
Sum omanfyri nevnt ber illa til at staðfesta, hvør hevur rætt til undantak frá at gjalda heilsutrygdargjald uttan skjalprógv. Um persónar søkja um undantak, ber til at viðgera málið hjá teimum; harundir hvar tey hava arbeitt og nær, og hvussu skattaviðurskiftini hava verið.
Heilsumálaráðið, 10. september 2024
Margit Stórá
Landsstýriskvinna
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í bókasøvnum kring landið
Eldur í norskum trolara
Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Fleiri serlæknar
Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum
IRF og KOB í eina felags skipan
John Bull
Laksaprísurin lágur, men hækkingar í væntu
Makrelkvotan minkar 22% í 2025
Nýggj ferja til Kalsoyarleiðina
Nýtt Brekumboð
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 202 tons
Undirskot á fíggjarlógini verður 83 milliónir
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring
Váðameting gerast fyri Føroyar
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur