Heilsutrygdargjald
Hóast dómur sigur, at palliba ikki skal gjalda, vil mynduleikin ikki gjalda Palliba tað hann eigur
Málið eigur ongan góðan. Tað er trupult at síggja, at virðing er fyri lógum og reglum.
Tað átti at verið uttanfyri mark. Tað átti at verið soleiðis at megna landsstýrisfólk ella stovnar undir teimum ikki at fylgja tí rættarskipanin áleggur teimum, so átti tey at verið skift út.
Tá hetta ikki verður gjørt, so er rættartrygdin bert orð.
Mál um útisiglarar er gamalt. Minst 10 ár. Allar avgerðir í málinum venda sama veg. Allíkavæl hevur almenni mynduleikin ikki rætta seg eftir lóggevandi valdinum.
Orsøk er at halda, at virðingin á Løgtingi, fyri lógum og palliba er á støði, sum ikki hóskar seg í demokratiskum samfeløgum. Tað tykist ei heldur sum at embatisverki hevur ovmikið av virðing fyri palliba og reglum. Nú misti aðalstjóri so starvi av slíkari orsøk. Men í einum demokratiskum samfelag, áttu vit at rokna við, at embætisfólki vegleiddi landsstýrisfólk, soleðis at kósin fylgir avgerðum í rættarskipanini.
Nøkur dømir
Ringast av øllum er ivaleyst, at almenni mynduleikin, Landsstýriskvinnan, í svari til §52 spurningi frá Jacob Vestergaard upplýsur, at tey vita ikki, hvussu nógvir pengar talan er um.
Vit vita, at talan er um 10 tals milliónir. Tað kann ikki útilokast at hetta má gjaldast aftur við rentum. 10 ár við rentum kann tvífalda upphæddir. Sostatt kann krav gerast 100 milliónir. Tað eru so nógvir pengar, at tað sæst aftur í landskassanum og tí átti tað at verið skrásett.
Tað kann ikki verða ein trupulleiki hjá myndileikanum at fáa uppgjørt hesi tøl. Mynduleikin hevur atgongd til alt og samstarva verður við Norra, so her er ongin umbering.
Slíkt svar eigur at fáa avleiðingar. Onkur má hava ábyrgdina fyri at Landskassin ikki veit av kravi á 2-3 sifra milliónbeløb.
Somuleiðis síggja vit í svari, at ivi var um tulking. Talan er um Norðurlendskan sáttmála. Hesin er omanfyri føroyska lóg, sum vit fingu at vita tá vit gjørdu sáttmála við Ísland og tá fiskivinnulógin bleiv broytt, bleiv tað tosa í endaleysum banum um hetta sama á Løgtingi. At fara í rættin at staðfesta hetta, tykist óneyðugt. Vit noyðast at rokna við, at ein sera nágreinilig juridiskt meting var orsøkin til at almenni mynduleikin meinti at norðurlendski sáttmálin ikki var galdandi.
Gangi út frá at Taks/Heilsutrygd royna sítt besta og hava grundgevingar. Gangi út frá at stovnarnir hava avvarðandi aðalráð, um hvussu landsins lógir skulu tulkast í slíkum føri. Aðalráð áttu at havt fortalt nevndu stovnum, at Norðurlendskir Sáttmálar viga nógv í rættinum.
Tá so er, so átti ein uppgerð at verið gjørd, soleiðis at tað almenna visti, hvørji krøv vóru galdandi, um tað hendir, at almenni mynduleikin ikki fekk viðhald í rættinum.
Hart og tungt at eta er sítt egna og tað stolið!
At krevja, at fólk skulu biðja um at fáa pengar aftur, sum mynduleikin av órøttum hevur tikið, er uttanfyri øll rímulig mørk. Mynduleikin kann og eigur at avgreiða hetta.
At senda pantifútan at heinta inn pengar, sum rætturin hevur sagt, ikki skal gjaldast er uttanfyri øll rímulig mørk. Tað eigur landsstýri at vita, sjálvt um Taks vísur til lógarheimild og syrgja fyri at broyta tað, í broytast skal.
Tað eru tvey aðalráð og tveir stovnar, sum eru íblandaðir. Nógvir kokkar. Tess meira neyðugt er at ministarar taka ábyrgd og støðu.
Tað er greitt, at hesir báðir almennu stovnar arbeiða sum frægast. Men somuleiðis er greitt, at ongin tekur ábyrgd fyri at rætturin hevur gjørt niðurstøðu. Tá ein stovnur bryggjar sýru og hin basu, so ber ikki til at koyra alt í somu grýtu.
Allir kærumøguleikar eru troyttir. Nú er bara eftir at sitandi landsstýrisfólk gera tað tey eiga at gera. At tey sum undan fóru ikki gjørdu nakað, er ikki umbering fyri onki at gera.
Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í bókasøvnum kring landið
Eldur í norskum trolara
Er føroyskt mál lykilin til inklusjón?
Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Fleiri serlæknar
Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum
IRF og KOB í eina felags skipan
John Bull
Laksaprísurin lágur, men hækkingar í væntu
Makrelkvotan minkar 22% í 2025
Nýggj ferja til Kalsoyarleiðina
Nýtt Brekumboð
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 202 tons
Undirskot á fíggjarlógini verður 83 milliónir
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring
Váðameting gerast fyri Føroyar
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur