Er føroyskt mál lykilin til inklusjón?
Føroysk gransking er partur av útgávuni Minority Language Learning for Adult Migrants in Europe, sum forlagið Routledge gav út í síðstu viku
Er føroyska málið lykilin til faklærd størv og inklusjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum? Hesin spurningurin er millum mangar, sum verður settur á breddan í nýggjari javnlíkamettari bókaútgávu hjá forlagnum Routledge. Tað er Anna-Elisabeth Holm, ph.d. og starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya, sum eigur føroyska íkastið í bókini um minnilutar og máltøku.
Nógv er granskað og skrivað um máltøku, læring og annaðmálsundirvísing fyri tilflytarar í samfeløgum, har heimsmál sum enskt og onnur stór tjóðarmál eru tøkumálið. Men tá talan er um máltøku hjá tilflytarum í fleirmæltum smámálsøkjum, oyggjasamfeløgum sum Føroyum og útjaðarum í Europa, har fáment og/ella minnilutamál eru regións- ella høvuðsmál, so er lítið og einki granskað í hesum viðurskiftum. Vitanin er tí avmarkað.
Tí er bókin Minority Language Learning for Adult Migrants in Europe, sum samfelagsmálfrøðingarnir James Simpson og Sari Pöyhönen hava ritstjórnað, forvitnislig, nýskapandi og eisini kærkomin.
Í bókini eru tíggju kapitlar, sum lýsa ymisk viðurskifti í sambandi við royndir hjá vaksnum tilflytarum við at læra smá- ella minnilutamál ymsastaðni í Europa. Luppurin verður settur á avbjóðingar og møguleikar, og á sambandið, sum er millum politikk og praksis.
Kanningarnar, ið ymsu kapitlarnir snúgva seg um, eru allar upprunaligar, og tær flestu eru grundaðar á kvalitativar dátur og háttaløg, herundir samrøður, greiningar av skjølum og etnografiskar kanningar.
Anna-Elisabeth Holm hevur skrivað kapittul fýra, sum hevur heitið The Situated Nature of Investment in Language Learning: The Case of Two New Speakers of Faroese. Hann er grundaður á etnografiskar dátur, ið vóru partur av ph.d.-verkætlan hennara.
Umframt at lýsa royndir hjá tilflytarum av øðrum uppruna enn norðurlendskum við at læra føroyskt, og á ymisk støðutreytað viðurskifti, ið ávirka annaðmálsmáltøku, so verður í hesari útgávuni serligur dentur lagdur á ta sannroynd, at tað at skilja og tosa føroyskt ikki altíð er nóg mikið fyri at fáa atgongd til faklærd størv á føroyska arbeiðsmarknaðinum; krøv verða eisini um skilja danskt.
Hesar avbjóðingar verða lýstar gjøgnur søgurnar hjá tveimum væl útbúnum kvinnum, ið báðar hava lagt nógv fyri við at læra seg føroyskt, men ferð eftir ferð hava fingið fakliga viðkomandi starvsumsóknir havnaðar vegna vantandi kunnleika til danskt.
Mest lisið í farnu viku
10 heiðursmerki á Malta
100 ára dagur hjá Andreu Poulsen
Flemish Cap á vandakós
Ivasamt um Tobbi verður borgarstjóri
Jenis av Rana við nýggjari bók
Kæra um kommunuvalið í Runavík
Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar
Miðnám: Bara ein fimtingur ætlar at lesa í Føroyum
Pensjónistarnir snýttir fyri prísjavning av Samhaldsfasta
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
SØGAN UM HANDLARNAR verður givin út
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur