Løgtingsstjórin sigur at óneyðugt er at seta kanningarstjóra
Løgtingsstjórin: Eftir stendur, at hóast spurd fleiri ferðir, sigur landsstýriskvinnan seg “ongar ábendingar” hava ella hava fingið um, at trupulleikar eru við haldførinum. Hetta fær illa verið annað enn at siga ósatt fyri tinginum
Løgtingsstjórin hevur gjørt notat til svarið hjá Ingilín Strøm í málinum um Bústaðir og tað Ingilín segði í Løgtinginum um hetta. Notati frámælir at seta kanningarstjóra, tí upplýsingarnar eru púra greiðar.
Somuleiðis sigur Løgtingsstjórin greitt í notatinum at Ingilín segði ósætt. Løgtingsgrannskoðarin skrivar: Eftir stendur, at hóast spurd fleiri ferðir, sigur landsstýriskvinnan seg “ongar ábendingar” hava ella hava fingið um, at trupulleikar eru við haldførinum. Hetta fær illaverið annað enn at siga ósatt fyri tinginum, uttan mun til, hvussu hetta verður vent og snarað.Hon hevur eina fráðgreiðing frá Landsgrannskoðanini, sum vísir á júst hetta.
Vit endurgeva alt notati niðanfyri
Notat
viðvíkjandi viðmerkingunum til fyribilsniðurstøðu hjá landsstýrismálanevndini
Í uppriti, dagfest 7. okt. 2024, sum Umhvørvismálaráðið hevur sent Løgtinginum,hugleiðir Annfinn V. Hansen, adv. um heimildir hjá nevndini at viðgera mál.
Hann staðfestir, at í viðmerkingunum til § 38 í Stýrisskipanarlógini er ásett, at nevndin ikki kann gera niðurstøðu í málum, tá hon heldur okkurt ólógligt er farið fram, men at hon skal krevjaat fáa ein kanningarstjóra settan. Hetta er ikki rætt. Í lógini og viðmerkingunum stendur, at nevndin kannkrevjaat fáa ein kanningarstjóra settan. Hvørt biðið er um kanningarstjóra ella ikki, hevur í stóran mun verið stýrt av, hvussu stórt í vavi ella torskilt eitt mál hevur verið, og harvið hvussu nógv orka krevst at kanna og viðgera málið.
Hetta málið er eftir okkara fatan ikki av slíkum slagi, at tað ikki letur seg kanna í nevndini sjálvari.Í viðmerkingunum hjá Umhvørvismálaráðnum til fyribilsniðurstøðuna verður nógv gjørt burturúr, á hvørjum grundarlagi ella við hvørjum fortreytum landsstýriskvinnan úttalaði seg í tinginum tann 2. mai 2024.Stórur partur av orðaskiftinumhendan dagin, ogso at siga alt orðaskiftiðundir 2. viðgerð,bygdi á frágreiðinginafrá Landsgrannskoðanini, sum sigur, at støðan hjá Bústøðum er ivasom, tá tað kemur til haldførið.
Umhvørvismálaráðiðsigur í viðmerkingum sínum á bls. 5, at landsstýriskvinnan kendi hesa frágreiðingina, men at hon “var komin víðari”, tá hon sigur,at hon ongar ábendingar hevur um fíggjarligar avbjóðingar, og sipaði her til eina kanning, sum var á veg frá grannskoðarafyritøkuni Januar.
Eftir stendur, at hóast spurd fleiri ferðir, sigur landsstýriskvinnan seg “ongar ábendingar” havaella hava fingiðum, at trupulleikar eru við haldførinum. Hetta fær illaverið annað enn at siga ósatt fyri tinginum, uttan mun til, hvussu hetta verður vent og snarað.Hon hevur eina fráðgreiðing frá Landsgrannskoðanini, sum vísir á júst hetta.
Umhvørvismálaráðið sigur, at rættartrygdin hjá landsstýriskvinnuni er í vanda, um nevndin kemur til eina niðurstøðu, uttan at hetta er gjørt í kørmunum av eini kanningarstjórakanning, har “óheftur” kanningarstjóri kannar málið. Hesum eri eg ikki samdur í.
Eg vísi til skriv frá Løgmansskrivstovuni,løgmanni til Løgtingið, dagfest 19. mai 2017,í einum øðrum máli hjá landsstýrismálanevndini(Klaga um løgmann viðvíkjandi § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini),um leiklutin hjá landsstýrismálanevndini, harsagt verður soleiðis:“... Rættarliga eftirlitið er soleiðis skipað, at Løgtingið kann gera av, við vanligari atkvøðugreiðslu, at reisa ákæru í móti løgmanni.
Nevningating dømir tá, aftaná rættarmálsviðgerð, um lóggávan er sett til viks ella ikki. Ein og hvør, eisini løgmaður, er, sambært grundleggjandi rættartrygdarreglum, ósekur, til hann við dómi er dømdur.
Alt sum sagt verður, eitt nú av landsstýrismálanevnd ella kanningarstjóra, er ikki ein dómur, men ein meira ella minni óviss forsøgn um, hvat eitt úrslit av einum dómi ferat verða at nýta hjá Løgtinginum, tá ið støða verður tikin til, um málið skal leggjast fyri dómstólarnar.
Landsstýrismálanevndin er, sbr. Stýrisskipanarlógini § 38, burturav sett at taka sær av at geva Løgtinginum tilmæli í spurningum um rættarliga eftirlitið ...”Hetta er júst essensurin í skipanini við Landsstýrismálanevndini. Nevndin sigur ikki nakran rættarligan dóm, tá hon heldur ella staðfestir at okkurt er farið skeivt fram, men sigur við støði í lóggávuni sína hugsanum málið. Tað er síðan upp til tingið at gera av, um ákæra verður reist ella ikki. Reisir tingið ikki ákæru, eru landsstýrisfólk harvið ósek, og einki meira hendir rættarliga. Hetta er ikki stórt øðrvísi, enn tá løgreglan kannar eitt mál, har hildið verður, at brot er framt, men har ákæra kortini ikki verður reist.
Umhvørvismálaráðið setir spurnartekin við dýpdina í viðgerðinií Landsstýrismálanevnini / løgtingsumsitingini. Hetta er sjálvandi altíð ein viðkomandi spurningur, men sum eisini hongur saman við spurninginum um, hvørt rætt yvirhøvur er at hava eina landsstýrismálanevnd á hendan hátt. Avgerðina um tað eigur politiska skipanin.
Skipanin við landsstýrismálanevnd og verandi bygnaði er galdandi støða, og løgtingsfyrisitingin ger tað, sum hon kann innan verandi karmar at hjálpa nevndini at lýsa tey mál, sum nevndin hevur til viðgerðar.Eg haldi við støði í tí, sum er nevnt omanfyri, ikki grundarlag vera fyri at broyta uppskotið til niðurstøðu hjá Landsstýrismálanevndini við støði í viðmerkingunum frá Umhvørvismálaráðnum.
Á Løgtingi, 10. okt. 2024
Johnhard Klettheyggj
løgtingsstjóri
Mest lisið í farnu viku
10 heiðursmerki á Malta
100 ára dagur hjá Andreu Poulsen
Flemish Cap á vandakós
Ivasamt um Tobbi verður borgarstjóri
Jenis av Rana við nýggjari bók
Kæra um kommunuvalið í Runavík
Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar
Miðnám: Bara ein fimtingur ætlar at lesa í Føroyum
Pensjónistarnir snýttir fyri prísjavning av Samhaldsfasta
Smá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnum
SØGAN UM HANDLARNAR verður givin út
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur