Andakt
Páll Poulsen skrivar
Ábraham svaraði: „Gud skal sjálvur síggja til at fáa Sær lambið til brenniofrið, sonur mín!“ So fylgdust teir báðir. 1.Mós.22.8
Ísak stóð spyrjandi – teir høvdu offurknívin og eldin. „Her er eldurin og brennið, men hvar er lambið til brenniofrið?“ Tíbetur útvegaði Gud ein veðr til Ísak og seinni Lamb Guds fyri okkum. Gjøgnum frásøgnina um henda tilburðin ynskir Gud, at vit skulu skilja, hvat Hansara offur kostaði. Í 1.Mós.22 er tað fyrstu ferð at orðini “elskar” (kærleiki), “tilbiðja” og “lamb” verða nevnd. August Van Ryn skrivar; “Tað er eingin tilbiðjan uttan kærleika (elskar), og tað er eingin kærleiki uttan eitt lamb.” Kærleikin kom við Lambi Guds, og Tað skal fáa alla dýrdina!!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Skjótt tímaglasið tømist,
4. Ein brúður sær ei stásið,
men vin sín, eina hann;
so skal eg skoða Kongin,
ei lønina, eg vann,
ja, meir enn lívsins krúnu
ta hond, ið merkið ber –
tí Lambið er øll dýrdin,
har sum Jesus er.
*Anne Ross Cousin (Ongl.), 1824–1906.
{Lag: Chrétien Urhan (Týskl./Frakl.), 1790–1845}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.1400 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
1 millard í afturgongd í uppsjóvarvinnuni
Andakt
Exit Føroyar og hagtøl
Halda áfram at fyrireika universitetssjúkrahús
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur