Andakt
Páll Poulsen skrivar
So kom Jesus út við tornakrúnuni og í purpurkappanum. Jóh.19.5
Tá hermenninir spottaðu Harran, komu teir við trimum ímyndum (symbolum) um kongstign: Eitt rør í høgru hond sum kongssprota; ein gamlan, slitnan purpurkappa sum kongsklæði; eina krúnu av tornum sum kongaligt høvuðprýði. Hermenninir tóka aftur rørið og skarlakskappan. Tó lótu teir tornakrúnuna vera eftir, Matt.27,27-31. Var tað tí, at tornirnar ímynda bannið, sum Hann skuldi bróta? Hvat munnu Jósef og Nikodemus hava hugsað, tá teir tók tornakrúnuna burtur? Hetta var okkara krúna. Hann bar hana fyri okkum. Ein dag fer Hann at verða krýndur við mongum krúnum. Máttu vit krýnt Hann við okkara tilbiðjan!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Eg ei negldur varð í lógvar,
eg ei tornakrýndur varð,
eg ei spjótið fekk í síðu,
Jesus alt í mín stað bar;
hann á krossin upp varð negldur,
eg fekk frið í mína sál,
hann hitt beiska steypið tømdi,
eg, eg fekk ta søtu skál.
2. Hann teir hvøssu tornir stungu,
lívið, gleðina fekk eg,
hann fekk háð og spýtt og stavsløg,
einki slagið rámti meg;
hann fekk spjótið gjøgnum síðu,
eg fekk Himmalin í ogn,
hann fekk straff, og eg fekk náði,
hann fekk storm, og eg fekk logn.
*Ókent sálmaskald.
{Lag 1: Jens Guttesen, 1916–1996}.
{Lag 2: Charles C. Converse (Amer.), 1832–1918}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.147 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











