Hví flyta føroyingar ikki heimaftur?
Í hesum tíðum verður tosa um at tey sum flyta í útbúgvingarøðrindum, koma ikki heimaftur. Hetta er ikki nakað nýtt. Men eiga vit svar uppá, hví tey ikki koma aftur?
Vit eiga góð hagtøl umleið 40 ár aftureftir. Og vit eiga eisini hagtøl longur aftur.
Vit vita, at fyrr var galdandi, at umleið helvtin av teimum, sum fóru av landinum í útbúgvingarøðrindum komu ikki heimaftur. Vit missa á leið 20% av hvørjum árgangi siga hagtølini.
Stórsta fráflytingin var í 90unum og hon var orsaka av manglandi arbeiði í Føroyum og hevði onki at gera við útbúgving.
Vit vita tó ikki, hví fólk ikki koma heimaftur. Uttan at rokna neyvt, so eru tað fleiri hundra árliga í nógv ár. Nógv av hesum eru akademikarar. Akademikarar starvast fyri tað mesta hjá tí almenna.
Almenni sektorurin er rættuliga stórur og landskassin tykist ikki hava pengar til at seta fleiri fólk í starv. Í løtuni minkar talið av starvsfólkum. Í privatu vinnuni eru fáir akademikarar. Nú eru fleiri enn fyrr, men allíkavæl rættuliga fáir.
Í dag eru eisini fleiri 1000 útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum. Samstundis siga vit, at fleiri túsund ikki eru flutt heimaftur.
Útlendska arbeiðsmegin starvast ikki sum akademikarar. Tey arbeiða tímaløn og eru flest øll í lægst løntu størvunum vit eiga.
Vit mangla ikki størv í tali. Men neyvan eru hetta størvini sum fáa fólk við universitetsútbúgving at flyta heim.
Tí tykist tað so banalt sum at Føroyingar, sum fara uttanlanda í útbúgvingarøðrindum ikki hava nakað starv at koma heimaftur til.
Vit tosa nógv um orsøkir til at fólk ikki flyta heimaftur. Men av tí at vit ikki hava pengar til fleiri starvsfólk, er sannlíkt, at tað vit nevna sum orsøk, bara er tað sum avgerð hvøjir persónar sum flyta heimaftur og ikki hvussu nógvir. Uttan starv er líka mikið við bústaði, barnagarði og øðrum.
Er tað rætt, at manglandi starv er orsøkin til at fá flyta heimaftur, so er langtíðar haldføri samstundis munandi minni enn tosa verður um. Hetta tí at vit eiga fólk, sum kunnu og vilja flyta heim og yvirtaka tey størv, sum verða tøk, tá fólk pensionerast.
Tað merkir so eisini, at eitt Campus og Universitet ikki loysa hendan trupulleikan.
Stórur partur av manglandi langtíðar haldføri er, at tal av starvsfólki og harvið inntøka til almennu kassarnar minkar nógv.
Tí kann roknast við, at parturin av teimum, sum flyta heimaftur fer at økjast í framtíðini.
Hvussu nógv, vita vit ikki, tí vit hava bara søgulig hagtøl, uttan frágreiðing um hví so er. Framrokning av slíkum tølum tekur ikki hædd fyri tí nevnt er her. Um ongin kannar hetta, so verður tað ongantíð við í nakrari framrokning.
Mest lisið í farnu viku
Al-Qaeda hevur yvirtikið Sýria
Andakt
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Búskaparkreppa í Europa
Býtið av bókasavnsgjaldinum verður endurskoðað
Franska stjórnin fallin
Helst hevði Terji á Lakjuni rætt
Kommunuvali í Oyndafirði og býráðssamtyktin 28 november
Lægsta treystitalið síðan 2009
Nýggja skipið hjá Framherja
Sandoyggin er ein oyggj við potentiali
Takk fyri, Jenny Christina Petersen
Virksemið hjá politinum í tølum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur