Andakt
Páll Poulsen skrivar
Hin vísi vinnur sálir. Orðt.11.30
Tað eru mangir mátar at náa tey fortaptu. Persónliga at vitna fyri familju, grannum og vinum! Vit kunnu bera Guds Orð til fólk á sjúkrahúsum, fongslum, ellisheimum og ymiskum stovnum! Læra børn í sunnudagsskúla, barnamøtum, barnalegum og heima við hús! Eitt orð sagt við ein seingjarstokk, við vegjaðaran, á arbeiðsplássin! Umborð á skipi ella í landi! Ert tú vísur í dag og roynir at vinna sálir?
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Finn tey fortaptu, leita upp lambið,
sum gongur vilst á fjøllum í dag.
„Komið til mín!“ nú Frelsarin bønar
– breið hetta út frá stað og til stað.
Niðurlag: Far nú avstað um fjøll og fløtur,
vís hinum vilstu beina leið.
Før tey til hann, hin góða Hirðan,
sum fyri tey í deyðan steig.
2. Finn tey fortaptu, peika á Jesus,
sálum so sjúkum, saknandi frið.
Vís teimum greitt hin æviga vegin,
styðja tey heimá stig fyri stig.
3. Fagrir á fjøllum føturnir eru,
sum góðan boðskap bera í dag,
styrkja tey veiku, reisa tey falnu,
gera í sorg tey líðandi glað.
*William A. Ogden (Amer.), 1841–1897.
{Lag: William A. Ogden}.
(Jukim Olsen og Z. Zachariassen týddu).
Nr. 985 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











