Búskaparkreppa í Europa
Bretland, Týskland og Frankaríki hava risastórar trupulleikar. Vit hoyra mest um kríggj. Men búskapurin í stórstu londunum í Europa hevur tað ikki gott
Í gjár samtykti parlamenti í Frankaríki, fyri fyrstu ferð síðan 1962, misálit og stjórnin fall. Høvuðsorsøkin var at ongin semja fekst um at sparingar og avgjalds- og skattahækkingar. Tað mangla 450 milliardir, sum parlamenti ikki kundi semjast um. Samlaðu útreiðslurnar eru 2.300 milliardir. Tað mangla umleið 20% av samlaðu útreiðslunum. Tað hevði í Føroyum svara til at undirskotið var 1.500 mió.
Í Bretlandi krógvaðu teir eitt undirskot á 180 milliardir. Teir spara í løtuni allastaðni. Sjálvt pensiónirnar eru lækkaðar.
Í Týsklandi gongur stak illa. Bilídnaðurin, sum er trivaligur partur av búskapinum, er so illa fyri at VW stjórin segði at við verðandi gongd, so fóru teir á húsagang. Fyri at forða tí er ætlanin at minka tal av starvsfólkum munandi og at stongja fleiri verksmiðjur.
Tilsamans er stór kreppa í hesum nevndu londum. Og tað tey tosa mest um er vápn og at hækka hernaðar útreiðslurnar.
Úrslitið av hesum, seinastu árini er, at allar stjórnir hava tapt valini og flokkar, sum vóru roknaðir sum óynsktir hava framgongd. Tað sær út til, at tað sum miðlar og politikarar tosa um, ikki hevur áhuga hjá fólkinum.
Tað hevur, seinastu meiri enn 100 árini, verið vanligt, at gongur tað illa hjá palliba, so verða meginpartin av politikarum skiftir út. Tað er hent í flest øllum, um ikki øllum londum í vestur-europa
Teir, sum verða valdir, tá afturgongd er í búskapinum, eru teir, sum lurta eftir fólkinum. Ofta er eisini galdandi, at hóast hesir flokkar seta rætta diagnosu, so megna teir ikki at geva rættan heilivág og liva stutt.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur