Andakt
Páll Poulsen skrivar
So tók hann sáttmálabókina og las hana upp fyri fólkinum. Og tey søgdu: „Vit skulu gera alt tað, ið HARRIN hevur sagt, og akta Hann!“ 2.Mós.24.7
Ísraelsfólk komu nú inn í eitt sáttmálasamband við Harran. Gud lovaði at vera teirra Gud, og tey lovaðu at vera trúfasta fólk Hansara. Móses tók blóð av brenni- og sláturofrinum, sletti á fólkið, og segði: „Hetta blóð skal bera vitni um sáttmálan, ið HARRIN hevur gjørt við tykkum, og sum er grundaður á øll hesi orð.“ vers 8. Tá fólk nú á døgum taka ímóti Kristusi sum Frelsara, koma tey eisini inn í eitt sáttmálasamband við Gud. Jesus segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum.“ Luk.22.20. Okkara aftursvar átti at verið: „Vit skulu gera alt tað, ið HARRIN hevur sagt, og akta Hann!“ Er tað okkara hugburður?
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Mín vón er bygd á eitt í dag:
Á Jesu blóð og eina tað;
eg veit mær onga aðra havn
enn hesa einu: Jesu navn.
Niðurlag: Á klettin Krist mín vón er bygd,
ta einu grund, ið stendur trygt,
ta einu grund, ið stendur trygt.
2. Er myrkrið nær, hans andlit fjalt,
hans náði ber meg tó um alt;
í hvørjum vanda, hvørji ódn,
trygg ævigt eru Harrans børn.
3. Hans lyfti, sáttmáli og blóð
er grundin tann, ið ævigt stóð;
um alt umkring meg svíkja má,
á Jesu navn eg líti tá.
4. Tá við basún hann koma skal,
mín sál skal møta honum sæl,
og í hans rættferð klæddur tá
eg frelstur standi honum hjá.
*Edward Mote (Ongl.), 1826–1899.
{Lag 1: William B. Bradbury (Amer.), 1816–1868}.
{Lag 2: J.G. Walton (Ongl.), 1821–1905, og H.F. Hemy (Ongl.), 1818–1888}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.627 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur