Andakt
Páll Poulsen skrivar
Hann lærdi hvønn dag í templinum. Luk.19.47
Júst sum Jesus lærdi í templinum, soleiðis kunnu vit eisini læra frá Honum dagliga.
Pætur áminnir okkum, at “Alt, ið hoyrir til lív og gudsótta, hevur guddómligi máttur Hansara givið okkum við kunnskapinum um Hann.” 2.Pæt.1.3.
Hetta er kunnskapur frá Honum, sum er at finna í dýrabara Orði Hansara.
Vit eru so signaði at hava fría atgongd til undurfullu bók Guds.
Hvør syrgiligt um vit ikki dagliga gera nýtslu av hesum ótrúliga skatti.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Bíblian hin kæra, dýri skattur vár,
ævinleikans Orðið grøðir sálarsár.
Boð hon ber frá Gudi, synd fordømir hann,
men við Kristi deyða øll hann frelsa kann.
2. Lív mær gevur Orðið, mettar mína sál,
veitir vápn til verju, ráð til dagsins mál,
hevur fjøld av lyftum, lýsir mær mín veg,
og í hvørjum tørvi hjálp har finni eg.
3. Ognist mær so Orðið, trúgv mín, mennist hon,
treingist trá til álit á Guds egna Son.
Tryggur í hans ørmum lýðin gerist eg,
vaksandi í náði gangi Harrans veg.
*Alfred P. Gibbs (Amer.), 1890–1967.
{Lag: Alfred P. Gibbs}.
(Sigurd Berghamar týddi).
Nr.75 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











