Starvsfólkavøksturin í tí privata er steðgaður upp
1000 fleiri almenn og 17 færri privat starvsfólk síðan november 2021. Vøksturin í privatu vinnuni er steðgaður, skrivar Vinnuhúsið sum hevur hugt eftir hagtølum
Seinastu 3 árini er starvsfólkatalið í tí privata nærum óbroytt. Í sama tíðarskeiði er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið 1000 starvsfólkum
Frá november 2021 til november 2024 er talið á starvsfólki undir privatum ræði (innanlands og uttanlands ræði) nærum óbroytt. Heilt neyvt er tað minkað við 17 starvsfólkum1.
Sostatt er tann vøksturin, sum hevur verið í starvsfólkatalinum í tí privata í 2010’unum, steðgaður upp seinastu árini. Tað kann vera ein ábending um, at føroyskar fyritøkur ikki hava umstøðurnar til at økja um virksemið og skapa nýggj lønandi størv.
Almenna starvsfólkatalið spolar avstað
Hagtølini vísa somuleiðis, at hóast starvsfólkatalið í tí privata stagnerar, økist starvsfólkatalið í tí almenna áhaldandi. Frá november 2021 til november 2024 er talið á starvsfólkum undir almennum ræði økt við útvið 1000 fólkum. Gott helvtina av vøkstrinum eiga føroysku kommununar, men landið smæðist heldur ikki burtur.
Ein minni partur av vøkstrinum stavar frá feløgum undir almennum ræði. Hetta eru eitt nú feløg, sum tað almenna eigur, men sum selja sínar vørur og tænastur á einum marknaði.
Men hóast vit taka hesi feløg burturúr, er vøksturin í starvsfólkatalinum hjá kommunum og hjá landinum framvegis 8-900 starvsfólk.
Mest lisið í farnu viku
679 lúsakanningarferðir í 2024
Andakt
Bilasølan hálvera síðan 2019
Eitt val ímillum Danmark og Trump
Landsstýrið hevur tikið eitt lán á 350 mió.
Methøgir sethúsaprísir í 2024 og gongdin heldur helst fram
Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nærkast nú teimum 6.000 harunum
Rætta sjálvstýriskósin sett
ST nevnd hevur 59 tilmæli til Føroyar
Starvsfólkavøksturin í tí privata er steðgaður upp
Torbjørn Jacobsen manipulerar Føroya fólk
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Vandi fyri at virksemi á Kósini steðgar
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur