Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samlað var útflutt fyri 12,5 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá desember 2023 til november 2024. Tað er 301 millión krónur minni enn undanfarna skeið
Útflutningurin fyri november er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið desember í 2023 til november í 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er minkaður 319 milliónir krónur, ella nærum 3 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og makrelur, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur.
Útflutningurin av laksi er vaksin 693 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Laksaútflutningurin hevur verið størri enn 6 milliardir krónur í tíðarskeiðnum desember 2023 til november 2024. Virðið er vaksið 13 prosent, og nøgdin er vaksin 24,5 prosent.
Útflutningur í krónum var hesin
Útflutningur í nøgd var hesin
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











