679 lúsakanningarferðir í 2024
Alivinnan telur lús í øllum aliringum aðru hvørja viku.
Seinastu nógvu árini hava kanningarfólk hjá Firum kannað laksin í føroysku aliringunum fyri lús og táknubroytingar. At byrja við vórðu 10 fiskar úr útvaldum ringum taldir. Tað bleiv broytt til, at 10 fiskar úr hvørjum einasta ringi skuldu teljast.
Nú liggja kanningarnar í sera fastari legu, og aðruhvørja viku verða 20 fiskar úr hvørjum einasta aliringi kannaðir.
Sum árini eru gingin, eru fleiri og fleiri kanningar framdar hvørt árið. Fyrstu ferð, at talið av kanningum fór upp um 600, var í 2023, tá kanningafólkini á Firum framdu 630 kanningar.
Nú 2024 er gjørt upp, er greitt, at ongantíð áður eru so nógvar lúsakanningar framdar sum í fjør. Við 679 teljingum er 2024 tað árið, har greitt flestar kanningar eru framdar.
Úrslitini av kanningunum kunnu brúkast til ymiskt. Eittnú kunnu alifyritøkurnar leggja sítt virksemi tilrættis eftir lúsatølunum. Eisini hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørt eina støðumynd og roknað seg fram til, at í løtuni, nú vika 4 er uppgjørd, eru íalt knappar 7,8 mió kynsbúnar lakslýs í føroysku aliringunum. Tað eru fleiri enn í 2024 men færri enn í 2023.
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











