Andakt
Páll Poulsen skrivar
“Reisist, latið okkum fara hiðani!“ Jóhs. 14.31
“Reisist, latið okkum fara!“ Matt.26.46
Tá Harrin endaði tænastu Sína í salinum í erva, segði Hann: “Reisist, latið okkum fara hiðani!“
Tíðin var komin at fara víðari út harfrá og til Oljufjallið. Teir fóru yvir um Kedrons løk og tóku leiðina niðan til Getsemane.
Hann lat fylgjarar Sínar eftir at vakja, biðja og sova, meðan Hann fór eitt sindur longri at biðja og gráta.
Í garðinum á Oljufjallinum bað Harrin aftur fylgjarar Sínar og segði “Reisist, latið okkum fara!“
Hetta stigið fór at føra frelsara okkara til Golgata og haðani upp í dýrdina.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Meðan breyðið her vit bróta,
lat várt eyga upp at sjá
blóðið títt á trænum flóta
og tað spott, ið tú bart tá!
Harri, á, at alt tú toldi!
Vit nú minnast á títt stríð,
alt tað, sum vár synd tær voldi,
nú vit savnast navn títt í.
2. Síðsta møti títt við tínum,
tíni spor um Kedrons á,
alt tað mál av kvøl og pínum,
sum á tínum hjarta lá,
tíni neyðarróp á krossi,
har tú hekst til spott og spæ,
minnast vit á hesum plássi
við tilbiðjan henda dag.
*Miss Carter.
{Lag: James Langran (Ongl.), 1835–1909}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.631 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











