Enhedslisten kann nú koppa eina reyða stjórn
Sosialistiski flokkurin hevur samtykt at geva sær sjálvum loyvi til at koppa eina reyða stjórn um tað gerst neyðugt.
Enhedslisten hevur í nógv ár havt sum parlamentariskt prinsipp, at man stuðlar eini reyðari stjórn. Men nú hevur høvuðsnevndin broytt reglurnar soleiðis, at er gjørligt hjá flokkinum at taka sin stuðul aftur um man metir at politikkurin hjá reyðu stjórnini ikki er í samsvar við politikkin hjá flokkinum. Ein endurtøka av t.d. skattapolitikkinum hjá Helle Thorning kann so-statt enda við at kosta einari sosialdemokratiskari stjórn lívið.
"Høvuðsuppgávan er sjálvandi at koppa Lars Løkke . Men tað er ikki líka mikið hvør politikkur kemur í staðin", sigur politiska framsøgukvinnan Pernille Skipper við Reuters, og leggur afturat:
"Trupulleikin er, at sosialdemokratarnir vilja hava Enhedslisten og tríggjar aðrar flokkar at bera seg inn á stjórnarskrivstovurnar, men vilja kortini hava rætt til at gera politiskar semjur við høgraveingin. Tað gongur ikki", sigur hon.
Hon nevnir skattareformin ið Helle Thorning stjórnin framdi í 2012 sum eitt dømi um politikk ið kann fella eina reyða stjórn.
"Eg havi sera ilt við at ímynda mær at Enhedslisten letur eina reyða stjórn verða sitandi um hon, saman við høgraveinginum, ger ein skattareform ið tekur frá teimum arbeiðsleysu, og fyritíðarpensiónistunum fyri at geva lættar í topskattinum", sigur hon.
Flokkurin letur eisini upp fyri møguleikanum, at seta treytir fyri yvirhøvir at stuðla sosialdemokratunum tá nýggj stjórn skal skipast. Eisini her gongur flokkurin nýggjar leiðir, tí politikkurin hjá flokkinum hevur altíð verið, at man stuðlar tí stórsta arbeiðaraflokkinum í reyða blokkinum - tað vil siga sosialdemokratiska flokkinum.
Kelda: DR
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











