Her eru stjørnurnar, sum forvinna mest í Evropa

Poppstjørnur, fótbóltsspælarar og rithøvundar - hvør av kendastu persónunum í Evropa forvinnur mest?
At velja eina yrkisleið sum fótbóltsspælari, sjónleikari ella tónleikari endar hjá teimum flestu við hørðum arbeiði og eini syrgiligari inntøku.
Men hjá nøkrum var tað fíggjarliga sæð als ikki so galið val. Tað vísir listin yvir tey 20 kendastu fólkini í Evropa, sum seinasta árið hava forvunnið mest.
Tíðarritið Forbes hevur gjørt listan og eftir bestu evnum roknað saman, hvat tey ymsu navnframu hava forvunnið seinastu 12 mánaðirnar fyri skatt og eitt møguligt 'cut' til umboðsmannin ella plátufelagið.
Tólv av kendastu fólkunum eru úr Bretlandi, herundir toppskorarin J.K. Rowlings, sum gjøgnum árini hevur forvunnið miljardir upp á Harry Potter-bøkurnar. Tað er framvegis góð søla í dronginum við gandakendu evnunum, tí síðsta árið hevur rithøvundurin havt eina inntøku upp á umleið 600 mió. kr.
Á listanum er eisini poppbólkurin Coldplay, ið liggur á triðjaplássi, men tað er eitt sindur snýt, tí her eru fleiri persónar um at býta tær 555 mió. kr., sum bólkurin hevur spælt inn á stadionkonsertum og plátuútgávum.
Eitt sindur uttanfyri hópin á listanum finna vit Gordon Ramsay, ið byrjaði sum sjónvarpskokkur og síðani gjørdist ein verulig sjónvarpshetja, samstundis við at hann hevur útbygt sítt virksemi við nýggjum matstovum kring heimin. Han kundi síggja 379 mió. kr. drøna inn á kontuna síðsta árið, metir Forbes.
Her er allur listin yvir tey 20 navnframu, ið hava forvunnið mest hetta seinasta árið:
1
J.K. Rowling,
Rithøvundur, Bretland
599 mió. kr.
2
Cristiano Ronaldo
Fótbóltsspælari, Portugál
587 mió. kr.
3
Coldplay
Poppbólkur, Bretland
555 mió. kr.
4
Adele,
Tónleikari, Bretland
435 mió. kr.
5
Roger Federer
Tennisspælari, Sveis
404 mió. kr.
6
Elton John
Tónleikari, Bretland
379 mió. kr.
6
Gordon Ramsay
Kokkur, Bretland
379 mió. kr.
8
Paul McCartney
Tónleikari, Bretland
341 míó. kr.
9
Rory McIlroy
Golfspælari, Bretland
316 mió. kr.
10
Calvin Harris
DJ, Bretland
306 mió. kr.
11
Lewis Hamilton
Rasarakoyrari, Bretland
290 mió. kr.
12
Simon Cowell
Framleiðari, Bretland
274 mió. kr.
13
Tiësto
DJ, Holland
246 mió. kr.
14
Sebastian Vettel
Rasarakoyrari, Týskland
243 mió. kr.
15
Novak Djokovic
Tennisspælari, Serbia
237 mió. kr.
16
Ed Sheeran
Tónleikari, Bretland
233 mió. kr.
17
Fernando Alonso
Rasarakoyrari, Spania
227 mió. kr.
18
Gareth Bale
Fótbóltsspælari, Bretland
215 mió. kr.
18
Conor McGregor
Stríðsítróttarmaður, Írland
215 mió. kr.
20
Zlatan Ibrahimovic
Fótbóltsspælari, Svøríki
202 mió. kr.
Kelda: Forbes
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











