Íslandsmeistarin Valur styrkir seg við landsliðsleikara
Íslendski landsliðsleikarin, Birkir Már Sævarsson, skrivaði í gjár undir trýára sáttmála við Íslandsmeistaran Val og vendir sostatt heimaftur eftir sløk tíggju ár sum yrkisleikari í Svøríki og Norra, skrivar Morgunblaðið.
33-ára gamli Birkir Már hevur seinastu trý árini spælt við Hammarby í Svøríki. Hann var frammanundan seks ár hjá Brann í Norra, eftir at hann fór úr Vali í 2008.
Hann var ein av føstu spælarunum á hesum báðum liðunum.
Tá hann segði upp sáttmála sín við Hammarby um dagarnar, var Valur á blettinum og bjóðaði honum heim aftur til teirra at spæla.
Fastur maður á landsliðnum
Birkir Már Sævarsson hevur spælt 76 A-landsdystir fyri Ísland og hevur skorað eitt mál. Hann hevur verið fastur maður í høgru síðu í verjuni og verið ein av stuðulsspælarunum á landsliðnum.
Umframt Birkir Már hevur Valur seinastu vikurnar styrkt seg við trimum øðrum spælarum: Ólafi Karl Finsen úr Stjörnunni, Ívar Örn Jónsson úr Víkingi Reykjavík og Kristinn Freyr Sigurðsson, sum vendir heim aftur til Val eftir eitt ár hjá svenska liðnum Sundsvall.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











