Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing
? / ??

Cypros og Malta selja útlendingum sín egna og ES-borgararætt

Andøvsløtan | 26/12-2017 19:15

Sum føroyingar hava vit ofta áhuga í øðrum oyggjalondum. Hvat gera pinkulond fyri at lívbjarga sær sammett við Føroyar við okkara aling og fiskivinnu?

Cypros ella Cypern er ein ministatur eystast í Miðjarðhavinum. Oyggin er á stødd sum Fjón í Danmark, uml. 10.000 km2,  við góðari miljón íbúgvum.

Oyggin er býtt sundur, og hin minni norðari parturin er muslimskur og hoyrir til Turkaland. Sunnanfyri er tann grikski parturin við flestu íbúgvum, limur í ES við uml. $ 25.000 í miðal ársinntøku pr. íbúgva (Føroyar $ 50.000).

Allar royndir at sameina turkiska og grikska partin av oynni eru miseydnaðar, hvørja ferð tí islamiski parturin eftir boðum úr Ankara vil ikki leggja saman.

Cypriski búskapurin fekk harða viðferð í bankakreppuni í 2008, men hevur fótað sær aftur á ymsan hátt. Ferða- og bankavinna hava altíð verið álit til inntøkur.

Ein av hesum mátum at tjena pening hevur í síðstuni verið søla av cypriskum borgararætti til ríkar útlendingar. Tann, ið keypir sær cypriskt pass, verður samstundis borgari í ES, sum mangir útlendingar virðismeta høgt.

Tað kostar einum útlendingi minst 2 mió evrur (= 15 mió kr) at gerast cypriotur. So skal hann keypa fastogn (hús) á Cypern. Hann kann eisini keypa sær lut í fyritøkum ella statsvirðisbrøv á oynni fyri 2,5 mió evrur (= 20 mió kr).

Men tað halda mangir, serliga russiskir og ukrainskir oligarkar (korruptir ríkmenn) verða vert íløguna, tí tað ger tað lættari at hvítvaska mutursrublar, hóast ES leggur nógv fyri at forða hvítvasking av ”svørtum” peningi úr Ruslandi.

Eingi krøv verða sett nýggjum borgarum um málsligan førleika ella fastan bústað á Cypern. Bert at teir skulu vitja oynna minst eina ferð hvørt 7. ár.

Lítla oyggin Malta við umleið 400.000 íbúgvum, sum liggur millum Italia og Libya, brúkar sama hátt til at styrkja sær búskapin. ES hevur eisini funnist hvassliga at stjórnini í Valetta fyri at selja maltesisk pass fyri pening.

Maltesiskur borgararættur er bíligari, einar 650.000 evrur (= uml. 5 mió krónur) sum innskot í ein menningargrunn ella við at keypa fastogn (bústað) fyri 350.000 evrur (= 2.5 mió kr). So um onkur vil keypa sær 320 sóldagar um árið við 25 hitastigum í miðal (úr 20 á vetri upp í 35 á sumri), so er bara at royna seg.

Men føroyingum tørvar bert at flyta til Danmarkar “ókeypis” fyri at koma inn í ES.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi