770 starvsfólk farin úr Umhvørvisráðnum síðan Trump
770 eru ikki júst nógv starvsfólk í einum risa landi sum USA. Men tá talan er um bert eitt arbeiðspláss sum Environmental Protection Agency, er øðrvísi.
So fá starvsfólk sum nú hava ikki verið í EPA síðan Reagan í 1980-unum.
Nýggi leiðarin í Umhvørvisráðnum er Scott Pruitt, settur av Donald Trump.
Tey 770 eru uppsøgd, pensjonerað, “keypt” úr starvi ella hava sjálvi sagt upp í sinnismuni, ja fleiri religiøst garvillir umhvørvistar eru rýmd “við vamli”.
Tey av sosialismu mest befongdu í USA eru á rokinum um Pruitt, sum tey kalla “veðurlags avnoktara í hóslag við kolvetnisídnaðin.” Verri blívur tað ikki.
“At fáa Scott Pruitt sum leiðara í Umhvørvisráðnum er sum at seta ein eldvarg sum leiðara fyri sløkkiliðnum,” sigur Michael Brune, formaður í tí fanatiska umhvørvisfelagskapinum, The Sierra Club, har eingin av teim vinstrahallu leiðandi limunum tjenar undir 1 mió dollarar.
Sjampanju-umhvørvisturin, Leonardo DiCaprio – filmsleikarin við privatum jetflogfari og eini yacht, ið goysir CO2 sum ein trolari, hevur vitjað Trump Tower fyri at “umvenda” tann valda, men tá ikki innsetta forsetan.
Tíbetur er Trumpur viljasterkari, enn nakran vardi, so hann læt seg ikki tøla.
Democats ákæra Pruitt fyri at hava ávirkað Trump til at taka USA úr París-avaluni um veðurlag. Hann hevur eisini gjørt sítt til at ógilda tær vinnuliga darvandi lógirnar hjá Obama: Clean Power Act og Clean Water Rule.
Blaðið Rolling Stone, vinstrahalt sum hini 85% av miðlunum, hevur skuldsett Pruitt fyri “stig- og miðvíst at ríva niður áratíggju av umhvørvisframstigum.”
Scott Pruitt má vera ein av bestu monnum, Donald Trump hevur sett í starv.
Vit kundu enda hesi góðu tíðindi úr USA við at ugga tey 770 uppsøgdu og rýmdu starvsfólkini í EPA við, at tey skuldu skjótt funnið annað starv.
Síðan Trump gjørdist forseti, er talið á nýggjum arbeiðsplássum í USA økt 200.000 í miðal pr mánað, ella 2,5 mió nýggj størv íalt, tá vit koma til 20. januar.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











