Polar Nanoq á Kollafirði - til Eysturgrønlands seinnapartin
Grønlendski trolarin Polar Nanoq kom í gjárkvøldið á Kollafjørð at fáa smávegis umvælingar, eftir at teir fingu trupulleikar við eltalvuni til stýringina av høvuðsmotorinum. Níggju føroyingar eru við 13-ára gamla trolaranum, sum reiðaríið Polar Seafood eigur.
-Vit hava seinastu tíðina verið í Danmark og yvirhálað øll spølini umframt gjørt annað viðlíkahaldsarbeiði, greiðir Julian Nolsøe, skipari, frá.
-Tá vit vóru staddir 50 fjórðingar úr Føroyum á veg vestureftir, fingu vit trupulleikar við eltalvuni til stýringina av høvuðsmotorinum og gjørdu tí av at koma til Føroya at fáa skaðan umvældan. Vit komu á Kollafjørð um átta-tíðina í gjárkvøldið og vænta at fara avstað aftur nú seinnapartin.
Føroysk-grønlendsk manning
Úr Føroyum gongur leiðin hjá Polar Nanoq til Íslands eftir fólki, áðrenn farið verður víðari undir Eysturgrønland at royna eftir kongafiski.
27 mans eru við Polar Nanoq - níggju føroyingar og 18 grønlendingar. Grønlendingarnir bíða í løtuni á Hafnarfjørðinum.
Julian Nolsøe væntar, at teir vera á fiskileið sunnudagin.
Verið við síðani 2005
Hann hevur saman við tríburabróðiri sínum, Emil, skiftst um at vera skipari á Polar Nanoq, síðani trolarin sum nýbygningur kom í grønlendska flotan í 2005.
- Vit plaga at skiftast annanhvønn mánaða, og tað hevur riggað væl øll árini, sigur dalbingurin, sum býr í Vestmanna saman við familju síni.
Hann hevur annars verið skipari í 23 ár tilsamans.
Føroyingarnir umborð eru yvirmenn á brúnni og í maskinrúminum umframt í kabússini.
Mest kongafiskur
Umframt í Eysturgrønlandi, roynir Polar Nanoq eisini í Vesturgrønlandi.
Høvuðsveiðan er kongafiskur, men teir hava eisini loyvi at royna eftir svartkalva og toski umframt makreli og sild.
Samlaða ársveiðan hjá teimum liggur um stívliga 10.000 tons.
-Veiðan í Eysturgrønlandi verður øll løgd upp á Hafnarfjørðinum, sum tá er nærmasta havnin hjá okkum, sigur Julian Nolsøe.
Trolarin nógva umtalu
Polar Nanoq fekk nógva umtalu í fjølmiðlunum í januar í fjør, tá ein av manningini varð tikin fyri morðið á íslendsku Birnu Brjánsdóttir.
Trolarin lá tá á Hafnarfjørðinum.
Maðurin varð í september í fjør dømdur 19-ára fongsulsrevsing umframt at skula rinda 450.000 kr. í endurgjaldi til foreldur hennara.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











