Trump svikið høgravend
Ein røð av konservativum republikanarum hava vent Donald Trump bakið, eftir at hann fríggjadagin undirskrivaði næst hægstu eykajáttanarlóg, $ 1,3 bió, í søgu USA. Lógin skal fíggja almenna geiran komandi árið.
Trump góðtekur játtanina til at tryggja, at amerikanska hermegin fær tær eyka $ 300 mia , ið serkønir siga eru neyðugar til at uppstiga amerik. hermegina.
Tey konservativu halda hesa eykajáttan vera ein ræðuligan politiskan prís, ið Republikanarar hava goldið, tí Trump lovaði at lækka almennar útreiðslur.
Atfinnarar eru í øðini, at Demokratarnir hava fingið flestu ynski eftirlíkað. “Teir smíla um alt 5-oyrað, tí teir liva av almennum útreiðslum til at keypa atkvøður fyri,” søgdu fleiri konservativir búskaparfrøðingar. Hóvligir republikanar sýnast líkasælir, tí teir leggja vertin á týdningin, tað hevur at tálma almennu nýtsluna.
Hetta er annar lúsingur, Trump gevur teim konservativu innan 1 viku. Forsetin hevur hækkað fleiri tollsatsir, serliga 25% á stál úr Kina, sum bert rættar ójavnan í samhandlinum millum USA og Kina við $ 60 mia av teim neyðugu $ 400 mia fyri at fáa fulla javnvág. Hon fæst ikki bert við tollhækkingum.
Tað, ið ger tey konservativu mest svøk inn á tann politiskt flákruta Trump er, at ikki ein dollari er í eykajáttanini (eiheldur í uppskotinum til næstu fíggjarlóg) til ein marknarmúr millum USA og Mexico. Hann gjørdi, at Trump varð valdur.
Higartil er eykajáttanarlógin til ynsidprojekt hjá Democrats størsta svik, Trump hevur gjørt móti høgra-veljarum, ið kanska bert sita heima til miðvalini í heyst.
Missa Republikanar Kongressmeirilutarnar (ella bert annað kamarið), so kann Trump kyssa farvæl til alla sína politiska ávirkan. Tí Democrats eiga alla umsiting og ein hóp av landsins almennu leiðarum (sum í Føroyum).
Tá so hetta er sagt, spældi Trump eitt heilt óvæntað kort út sunnukvøldið, tá forsetin gjørdi vart við, sum æl av heiðum himli, at hann ætlar, at hervaldið, 10-túsundals hermenn, skal byggja marknarmúrin millum USA og Mexico.
Um forsetin bluffar, og ætlanin er eitt skot í blindum, veit eingin enn. Múrurin er mesta trygdarmál hjá USA, og Mattis verjuráðharri er Trumpsa besti stuðul. Kanska risa økingin í játtanini til hermegina verður lutvíst brúkt “to build the wall.” Tað ljóðar sum hvørvisjón. Men Trump er ikki til at rokna út, tíverri.
Mest lisið í farnu viku

Støðan hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











