Samgongan fegnast og andstøðan øtast
Játtanarkarmarnir fyri 2019 fáa 2. viðgerð á tingfundinum í dag. Sera langt er ímillum samgongu og andstøðu í fíggjarnevndini.
Løgtingsfundur er í dag, og 20 mál eru á skránni, umframt framløga.
Millum málini sum skulu til 2. viðgerð er uppskotið um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2019.
Meirilutin í fíggjarnevndini (Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen og Helena Dam á Neystabø ) vísir á, at ein stórur inntøkuvøkstur saman við einum varligum útreiðsluvøkstri merkir, at betri javnvág er millum inntøkur og útreiðslur nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðani.
Harumframt hevur samgongan, við langtíðar haldførisavbjóðingini í huga, framt nýskipanir, sum skulu framtíðartryggja føroyska vælferðarsamfelagið.
Men meirilutin staðfestir eisini, at í góðum tíðum er stórt trýst á almennu útreiðslurnar.
“Landsstýrið hevur lagt upp til, at rakstrarvøksturin á fíggjarlógini 2019 verður 2 prosent. Framskrivingar og lønarvøkstur væntast at fara við 0,9 prosentum, sum svarar til umleið 45 mió. krónur. Hetta gevur fíggjarligt rásarúm til raðfestingar og nýtt virksemi fyri umleið 50 mió. krónur,” siga tey.
Tey vísa á, at undir viðgerðini av játtanarkørmunum er komið fram, at landsstýrisfólk síggja avbjóðingar í at halda seg innan fyri hesar karmarnar, men meirilutin í fíggjarnevndini sigur kortini, at um fleiri nýggjar raðfestingar skulu gerast, so mugu spariátøk gerast, fyri at fíggja hetta. Meirilutin heitir tí á landsstýrið um beinanvegin at fara undir fyrireiking av fíggjarlógini, soleiðis at málið um rakstrarvøkstur á 2 prosent kann haldast, og neyðug tiltøk setast í verk.
Eisini heita tey á landsstýrið um, skjótast til ber, at leggja fyri Løgtingið eina langtíðarætlan fyri tær íløgur í samferðslukervið, sum eru eftir at gera til tess at tryggja øllum føroyingum tíðarhóskandi ferðasamband. Henda ætlan skal eisini fevna um eitt samhaldsfast fíggingarmynstur, sum javnsetir borgarar í landinum og tryggjar, at eisini aðrar týdningarmiklar íløgur kunnu gerast í tíðarskeiðinum.
Minnilutin í fíggjarnevndini (Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen) heldur ikki, at útreiðslurnar eru lítið øktar í hesum valskeiðinum. Tvørturímóti siga teir seg øtast við skjóta útreiðsluvøksturin, sum hevur verið í hesum samgongutíðarskeiðnum.
“Hóast tað í hesum árum eru góðar tíðir búskaparliga í Føroyum, er tað júst í tíðum sum hesum, at vit ikki mugu missa tamarhaldið á útreiðslum landskassans,” sigur minnilutin.
Teir siga, at søgan prógvar, at flestu politikkarar hava ilt við at steðga veitingum og tænastum, sum fyrst eru stovnaðar.
“Hendan samgongan hevur í so máta verið ófør at seta nýggjar tænastur og veitingar á stovn fyri skattaborgarans pening. Hetta er í stóran mun fíggjað við at økja um inntøkurnar frá serliga tilfeingisgjøldum og hækkaðum skattum á familjurnar, umframt at stóra virksemið í samfelagnum sjálvandi kastar meirinntøkur av sær,” sigur minnilutin.
Teir vísa á, at stórt virksemi í samfelagnum er komandi og farandi og soleiðis er eisini við óvanliga góðu inntøkunum. Tilfeingisgjøldini, sum eru íkomin vegna óvanliga góða gongd í alivinnuni og uppsjóvarvinnuni eru eisini komandi og farandi.
“Men tann økti almenni rakstrarkostnaðurin, sum hevur staðist av øktum inntøkum, er ikki komandi og farandi. Hann er komin fyri at vera,” sigur minnilutin, og vísir á, at útreiðsluvøksturin í hesum samgongutíðarskeiðnum nærkast við risafetum eini heilari milliard.
Heilt ítøkiliga eru útreiðslur hjá tí almenna - Samhaldsfasti tikin við - vaksnar við kr. 873,5
milliónum eftir 4 árum. Samgongan hevur ferð eftir ferð hildið fast um, at útreiðsluvøksturin er hóvligur og ongantíð oman fyri 2 prosent. Men 2 prosent av 4,5 mia. er 90 mió. Tað er langt frá 90 mió. krónum upp til 218 mió. krónur, sum er staðfesti árligi útreiðsluvøksturin, og sum svarar til ein árligan miðalvøkstur á oman fyri 4 prosent,” sigur minnilutin.
Minnilutin skjýtur upp, at útreiðsluvøksturin liggur eitt vet undir prísvøkstrinum.
Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtiniginum frá at samtykkja uppskotið.
Mest lisið í farnu viku

Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19

Støðan hjá deyvum og tunghoyrdum í Føroyum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











