Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Leivur Frederiksen tippar

Innanlands, Ítrottur | 20/05-2018 13:05
Leivur Fredriksen | Mynd: FSF

Á heimasíðuni hjá FSF, skrivar Leivur Frederikse, um dystirnar í Betri Deildini, sum skulu spælast 2. Hvítusunnudag.

B36 - Víkingur 1  Formurin peikar hvør sín veg hjá B36 og Víkingi. B36 hevur átta sigrar á rað, um ein telur steypa- og landskappingardystir. Víkingur hevur hinvegin torført við at fáa skapt sær eina sigursrøð. Eg teljist tó millum tey, sum halda, at avrikini hjá Víkingi hava ikki verið heilt av leið. Teir skapa nokk av málmøguleikum, men hava torført við at fáa teir umsettar til mál. B36-avrikini síggja bara sterkari og sterkari út. Ungu spælararnir hava eina óftaliga renniorku, sum ger, at teir kunnu stressa mótstøðuliðið yvir allan vøllin. Lukasz Cieslwicz tykist eisini endurføddur, samstundis sum áleyparin Kaimar Saag er farin at skora mál. Uttan iva mest áhugaverdi dysturin í ellinta umfari, tí Víkingur skal helst vinna, um teir skulu hanga í oddanum. Tað kunnu teir eisini, men í løtuni tippi eg ikki ímóti B36. 2-1 

Skála - TB/FCS/Royn 2   Skála vann púra greitt 3-0 á suðringunum, tá tey møttust á Skála í triðja umfari. Í fjør vóru teir eisini tvær ferðir við Stórá og vunnu, meðan dysturin á Skála endaði við 2-2 javnleiki. Eg viðgangi tí, at eg satsi her. Men tað er ikki so burturvið at fara eftir útisigrinum her. Eg havi sæð nakrar av teimum síðstu dystunum hjá suðringunum, og tað er hugtakandi at síggja menningina. Í steypakappingini vunnu teir uttan slingur 2-0 á Víkingi í Gøtu við einum sera góðum avriki. Liðið var væl skipað, og tá teir eru á bóltinum tykjast teir hava greiða ætlan í sínum álopsspæli. Mest upplagt er helst at fara eftir javnleikinum her, men eg satsi, og vænti mær at síggja vælupplagdar suðringar á Skála. 1-2.

 

07 Vestur - NSÍ 2   Tvey feløg sum eru desperat eftir einum sigri. NSÍ hevur nógvar dygdir, men sjáldan eru tær allar komnar til sjóndar í teimum fyrstu tíggju umførunum. Nú møta teir 07 Vestur, sum higartil als ikki hevur fingið nakað at rigga. Serliga verjuparturin hjá 07 Vestur hevur higartil ikki hava niveau til Betrideildina. Um ikki okkurt púra óvæntað hendir her, so vænti eg, at NSÍ vinnur greitt. 1-4

 

AB - KÍ 2   Hesin dysturin verður áhugaverdur. KÍ er nú uttan sigur í fimm dystum, um vit taka allar kappingarnar við, meðan hýrurin neyvan er so galin í AB-leguni, hóast teir liggja næstniðast. Teir eru í hálvfinaluni um Løgmanssteypið og í farna umfari vunni teir á EB/Streymi.

Eg haldi tó, at í seinna hálvleiki í dystinum millum KÍ og NSÍ, har KÍ hevði uppiborið meira enn javnleik, sóu vit aftur KÍ-spæl, sum minti um tað, sum vit sóu í teimum fyrstu umførunum. Kunnu teir taka tað við sær til hendan dystin, burdi tað verið nokk til ein sigur. AB hevur tó higartil í ár víst , at teir hava einki ímóti at dansa við teimum stóru. Um KÍ ikki kemur við tí besta, so er vælhugsandi, at AB tekur stig her. Eg vænti tó sigur til Klaksvíkingar. 0-2.

HB - EB/Streymur 1    Nógv er broytt í HB. Stríðsandin er munandi sjónligari, enn hann hevur verið í nøkur ár, og stundum síggja vit eisini HB-spæl, sum vit vilja síggja frá mest vinnandi felagnum í Føroyum. Legg so afturat, at teir hava ein Adrian Justinussen, sum er farin at uppfata frísspørk sum brotsspørk – alt fer í kassan.

EB/Streymur stríðist í løtuni við at fáa stig, og vit skulu heilt aftur til triðja umfar fyri at finna síðsta sigurin. Tá tað er sagt, so hava teir dygdirnar til at hótta tey stóru feløgini, sum sigur á B36 og javnleikir móti Víkingi og NSÍ prógva. Afturat hesum kann nevnast, at sundalagsmenn vóru óhepnir at tapa 0-1 fyri HB á Eiði. Tó er felags fyri øll hesi positivu avrikini, at tey vóru á heimavølli, meðan avrikini á útivølli hava ikki staðið mát. Sum gongdin er hjá HB í løtuni eru teir stórur favorittur. 3-1.

Jákup Ósá tippar 11. umfar

Skála - TB/FCS/Royn 1

07 Vestur - NSÍ 2

B36 - Víkingur 1

AB - KÍ 2

HB - EB/Streymur 1

 

Tróndur Arge tippar 11. umfar

Skála - TB/FCS/Royn 1

07 Vestur - NSÍ 2

B36 - Víkingur 1

AB - KÍ 2

HB - EB/Streymur 1

kelda: www.FSF.fo

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi