Einaferð royndi løgtingi at avhøvda fiskivinnuna
Tað var í teimum døgum, tá Heini O Heinesen bjargaði fiskivinnuni. Tilmæli fyri veiðu á landgrunninum var rættuliga alvorligt. Fiskaríministarin, Tobbi, fylgdi tilmælinum
Í 2008 mælti ICES til at vit als ikki fiskaðu tosk. Tilmæli hjá Havstovuni varð gjørt samsvarandi hesum. Niðanfyri hava vit tilmæli, frá Havstovuni umframt link til løgtingsuppskot í 2008, sum fall og uppskot í 2009, tað, sum hendi tá og kort frá Havstovuni, sum fylgdi við uppskotinum
Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni 15. juni 2008
Við støði í §22 Stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur Fiskirannsóknarstovan hesi tilmæli um fiskiskapin undir Føroyum í fiskiárinum 2008/2009:
a) Fiskidagatalið hjá línuskipum, útróðarbátum við línu og snellu og lemmatrolarum við maskinorku undir 500 Hk (Bólkur 3, 4 og 5) verður minkað við 50%.
b) Fiskidagatalið hjá partrolarum (Bólkur 2) verður minkað við 20%.
c) Eingin serlig toska- og hýsukvota verður latin skipabólkum uttan um dagaskipanina. Ístaðin verður sett ein mest loyvd hjáveiða av toski og hýsu uppá 3% (í vekt fyri hvønn túr sær). Hetta eigur ikki at vera galdandi fyri
fiskiskap á Føroya – Íslandsrygginum (t.d. norðan fyri 62stig39’N og vestan fyri 8stig V).
d) Eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka grynri enn 200 m.
e) Serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum halda fram.
f) Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi, og til toska- og hýsustovnurin eru komin fyri seg aftur, eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í
skjali 1.
g) Økini e og m verða stongd fyri trolfiskiskapi alt árið.
h) Meskavíddin í hjáveiðuposanum í trolingini á Landleiðini eigur at hækkast til 250 mm.
i) Bert skip og bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap, sleppa at avreiða.
Tilmæli í heilum líki kann lesast her
Meira um tilmæli kann lesast á heimasíðuni hjá Havstovuni her
LM-002/2009 : Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligian fiskiskap sum Bjørt Samuelsen og Torbjørn Jacobsen løgdu fram árið eftir, tá tey sótu í andstøðu, sæst á heimasíðuni hjá Løgtinginum við grundgevingum
Í 2008 var uppskot lagt fram um at minka dagarnar 50%. Tá var Torbjørn Jacobsen landsstýrismaður. Uppskotið sæst her
Økini sum umframt skuldu friðast síggjast á myndini.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur