Andakt
Páll Poulsen skrivar
Eru ikki orð Míni honum mild, ið ber seg rætt at! Mika 2.7
Sunnur kostur og ríkilig rørsla eru góð fyri likam okkara! Men hvat hjálpir okkum at vaksa andaliga og er gott fyri sál okkara? Stutt og greitt: Orð Guds! Sjálvi dagliga at lesa Guds orð er ein avgjørd fortreyt! Orð Hansara reinsar og varðveitir, tá vit verða freistaði. Tað styrkir og ber okkum uppi, tá vit ivast. Tað troystar og lívgar okkum, tá vit eru órógvaði. Hevur tú notið Guds Orð ídag?
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Brót tú hitt lívsins breyð, á, Harri, her,
sum tú við vatnið gjørdi hina ferð!
Orð eru tóm, ert tú ei sjálvur nær,
á, lívsins orð, vit tráa eftir tær!
2. Brót tú hitt lívsins breyð, á, Gud, til mín,
at djúpt í mær má ljóða tala tín,
tak hvørja hugsan, reinsa burt alt mítt,
at alt í mær má søkja teg og títt!
3. Lat sannleiksorð títt upp, at eg kann sjá
tín boðskap greiðari, enn fyrr eg sá!
Í søtum felagsskapi, Gud, við tær
tín mynd lat síggjast skilliga í mær!
4. Vælsigna sannleik tín so fyri mær,
sum breyðið forðum signað varð av tær,
lat svinna burt tað, sum er einki vert,
til alt í øllum tú mær, Harri, ert!
*Mary A. Lathbury (Amer.), 1841–1913.
{Lag 1: William F. Sherwin (Amer.), 1826–1888}.
{Lag 2: George Allan}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.673 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Heilsutrygdargjald
Tupperware á húsagang
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur