Andakt
Páll Poulsen skrivar
Tú heldur fast við navn Mítt ... Tú hevur har hjá tær nøkur, ið halda fast við læru Bileams ... Soleiðis hevur eisini tú nøkur, sum á sama hátt halda fast við læru Nikola’itanna. Op.2.13-15
Samkoman í Pergamos var ein vavgreytur! Møguliga ikki so ólík summum samkomum nú á døgum, sum halda fast um “eitið” og kalla seg “bíbliutrúgv trúgvandi”, tó loyva tey lærur og mannagongdir, sum als ikki eru bíbilskar.
Pergamos gjørdi neyðsemjur og tók upp lærur og málistokkar, sum heimurin hevur. Eru vit, ið eru knýtt at Kristusi, blivin ov nær knýtt at hesum heimi?
„Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum“ 2.Kor.6.17.
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Skal eg, ein krossins stríðsmaður,
...
3. Er verðin ei mín fíggindi!
Man væl hon vilja mær!
Er hon ei móti Gudi nú,
sum alla tíð hon var!
*Horatius Bonar (Skotl.), 1808–1889.
{Lag 1: William H. Havergal (Ongl.), 1793–1870}.
{Lag 2: Thomas A. Arne (Ongl.), 1710–1778}.
{Lag 3: E. Bunnett}.
(V. Danielsen týddi).
Nr. 524 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Elmarknaðurin skal seta ferð á grøna orkuskiftið
Heilsutrygdargjaldi viðgerðast á Løgtingi
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at skerja veiðidagar eftir sjófugli
Margháttlig stevning
Meiriluti av grønlendarum ynskir at blíva partur av USA
Nýggi Høgaberg verður latin Framherja í næstum
Rætta sjálvstýriskósin sett
Rættleiðing til “Brotsvarpið”
Soleiðis leggja tey klæðir saman
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur