Bjørn Kalsø spyr um tunlarnar norður um Fjall
Samgongufólk hava ymiskar meiningar um raðfestingar av tunlum, sigur Bjørn Kalsø, sum nú spyr løgmann um málið.
“Er ætlanin at framskunda arbeiðið at gera tunlar norður um Fjall?” Tað spyr Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, í einum § 52a fyrispurningi, sum hann hevur sett løgmanni.
Eisini spyr hann, nær farið verður undir at borða tunlarnar norður um Fjall, og hvørjar upphæddir eftir ætlan verða settar av á fíggjarlógini fyri 2019 og komandi árini til nevndu verkætlan?
Bjørn Kalsø spyr eisini, hvør situr í sonevnda samferðslubólkinum hjá samgonguni, og hvørjar heimildir hesin bólkurin hevur. Hann biður eisini løgmann greiða frá niðurstøðunum frá fundi í samferðslubólkinum, har tunlarnir vórðu viðgjørdir.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjørn Kalsø til kjakið sum seinastu tíðina hevur verið í miðlunum um tunnilsverkætlanir.
“Landsstýrismaðurin í samferðslumálum festi í kjakið, tá hann setti spakan í í Hvalba. Tá kom fram, at hann samstundis ætlar at gera tunnil til Fámjins,” sigur Bjørn Kalsø. Hann vísir á, at ætlanin hjá landsstýrismanninum hevur fingið fleiri samgongufólk at tala at.
“Fíggjarnevndarformaðurin sigur, at farast skal undir at gera tunnil til Dals, heldur enn Fámjins, og onkur annar talar at, tí vandi nú er fyri, at tunlarnir norður um Fjall, ið eru harðliga tiltrongdir, fara annaðhvørt at verða útsettir ella fella burtur, tí peningur ikki verður til allar tunlarnar, sum samgongulimir halda seg hava fingið lyfti um,” sigur Bjørn Kalsø.
Í sambandi við kjakið er komið fram, at fundur skal vera í einum sonevndum samferðslubólki, ein av fyrstu døgunum, og løgtingsmaðurin spyr tí eisini um henda bólkin og virki hansara.
Sambært tingskipanini verða § 52a fyrispurningar svaraðir skrivliga í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir at teir eru settir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur