Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Eitt hugnaligt gistingarhús

Myndarøðir, Uttanlands | 08/07-2018 16:00

Við ein fjallaveg í Rumenia, í einari lítlari bygd, er eitt hugnaligt gistingarhús, sum fær ein at hugsa um hvussu tað kanska var í Føroyum fyri nógvum árum síðan.

Vit steðgaðu á í einum lítlum býi mitt inni í landinum í Rumenia. Rættari er helst at kalla tað eina bygd. Tað eru 5 bygdir, umframt onnur bústaðarøkir. Í hesum 5 bygdunum eru uml. 2000 fólk og umleið 1000 fólk búgva ymsastaðni úti á bølandinum.

Vit funnu eitt sera vakurt gistingarhús. Tað var nýtt. Tað lat upp í august 2017. Haldi meg kunna siga at hetta er nógv tað besta bíliga gistingarhúsið eg havi gist á. Tað sær út til at verða arkitekt tekna og samsvar er í litum og tað sær eisini út til at handverkið er betri enn vanligt.

Gistingarhúsið liggur á einum síðuvegi har Transalpina byrjar. Transalpina er ein fjallavegur sum har hann er hægst liggur í 2.000 metra hædd. Nógv fólk koyra tann vegin, tí at útsiktin er framúr góð. Tað eru ongi trø í hæddini. Ovast uppi, minnur landslagið um tað vit síggja í Føroyum. Vegurin er bara opin um summarið.

Sum á bygd í gomlum døgum

Síðuvegurin til gistingarhúsið er 2 kilometrar og hann er smalur. Tað er neyðugt at halda av fyri mótkoyrandi.  Vegurin endar har gistingarhúsið er. Tað er í endanum á einum dali. Tað er brøtt fjallasíða við sera nógvum trøðum á øllum síðum. Tað er tó sera lítil trafikkur. Fram við vegnum síggjast fólk hoyggja. Vit royndu okkara besta á rumenskum og tey greiddur frá, at tey sláa 2 ferðir um árið. Tað er nógv døgg um morgunin. Tí raka tey saman um kvøldið og rista alt út á bøin um morgunin. Tað tekur í mesta lagið 2-3 dagar at hoyggja. Onkur neyt síggjast eisini og vit fingu eisini tikið ein stuttan videofilm við nøkrum smáum børnum, sum vóru eftir neytum, sum skuldu heim fyri náttina. Vit fingu upplýst, at hvør kúgv mjólkar umleið 10 litar pr. Dag. Og so er eisini eitt alibrúk. Tað er so nær við vegin, at fiskarnir síggjast svimja í hylunum. Eigarin segði, at hann slaktar 10 tons árliga. Fiskarnir eru umleið 400 gram tá hann tekur teir. Tað tekur 2 ár frá tí hann setur út til hann slaktar.

Tað eru sera nógv trø fram við vegnum og bratt er á báðum síðum. Gistingarhúsið sæst ikki fyrr enn tú ert komin heilt tætt til gistingarhúsið.

Tað er eitt stórt parkeringspláss og fyri at koma inn á gistingarhúsið er neyðugt at ganga eftir einari brúgv yvir um eina lítla á.

Vinarlig starvsfólk og ein a-typiskur rumenskur eigari

Gistingarhúsið er ikki stórt. Men økið rundan um er sera stórt. Ein á rennur fram við á aðrari síðuni og á hinari síðuni er brattlendi og har vaksa nógv trø. Økið er avlangt. Tann langa síðan vendur ímóti vegnum og tí sæst allur bygningurin og alt uttanumøkið frá vegnum og parkeringsøkinum. Tað er sera vakurt.

Tað fyrsta vit síggja er ein innihegnaður fótbóltsvøllur. Støddin er uml. 8M x 16M. Við síðuna av er eitt lítið spælipláss til smá børn.

Síðan koma vit til ein veitslusal. Í Rumenia er stór inntøka av at skipa fyri veitslum. Har er pláss fyri umleið 150 fólkum. Køkur og annað tilhoyr er eisini har.

Tað næsta vit koma til er ein innandura svimjihylur. Tey kalla hetta ein SPA Hesin er uml. 7x7 metrar. Hann er 1,4 metrar djúpur. Vatnið er 28 gradir og tað eru nógvar dysur og tað er kontakt í gólvinum, so tær kunnu tendrast eftir egnum ynski. Tað er nóg mikið av dysum til at allur hylurin kann verða eitt stórt boblibað. Tað er eisini ein sauna.

Alt økið uttanum er sera snøgt. Ein partur er vælhildi gras og restin er lagt við flisum.

Síðan koma vit til móttøkuna. Uttanfyri móttøkuna eru fleiri borð. Í Rumenia sita fólk vanliga uttanfyri, bæði tá tey eta og tá tey drekka kaffi. Parasol, stuðla av bjórframleiðarum er við øll borðini.

Í reseptiónini eru rættuliga gott pláss. Eisini eru borð til 50 persónar, soleiðis at til ber at eta inni, tá veðrið ikki loyvir at eta uttanfyri. Tað er eisini gott hjá okkum, sum ikki eru so von við 30 gradir.

Í gongini hanga myndir og málarí, sum passa saman. Eisini er samsvar millum lit á tapeti og myndir og málarí. Tað er vakurt reytt teppi á gólvinum. Somuleiðis standa nakrir vakrir reyðir sofastólar í gongini. Sjálvt ein vasi, við blomstrum, sum næstan røkkur upp til loftið passar saman við restina í liti.

Tað eru  17 kømur á gistingarhúsinum. Tíggju er heldur betri, men munurin er ikki stórur. Kømurini eru øll sera stór. Munandi størri enn vanlig kømur á stórum gistingarhúsum. Prísirnir eru eisini sámuligir. Einkultkamar kostar 250 krónur og dýrasta dupultkamarið kostar 385 krónur

Tað eru 13 starvsfólk knýtt at gistingarhúsinum og tey arbeiða fulla tíð í skiftandi vaktum. Mótsætt nógvum øðrum í Rumenia, so er eigarin til staðar og hon luttekur í arbeiðinum. Okkurt av starvsfólkinum segði, at hon gjørdi alt arbeiði. Hon var ikki ov fín til at gera nakað. Tað er annars sera óvanligt. Í Rumenia er vanligt, at eigarin kemur fram við at telja kassan og ofta skeldar hann starvsfólkini, tá hann nú er har allíkavæl.

Eigarin eitur Simona Moisa. Hon hevur búð nógv ár í Spania. Hon sær út til at verða stjóri á sama hátt sum vit kenna tað í Føroyum. Hon tosar við fólki. Tey sita við sama borð og drekka kaffi og hon luttekur í prátinum á sama fóti sum starvsfólkini. Tað er absolut ikki vanligt í Rumenia.

Vit spurdu eisini, hvat tey gjørdu fyri at fáa gestir. Tey hava eina heimasíðu. Harumframt eru tey á Facebook og á hotels.com og booking.com, sum eru heimasiður har tað ber til at leita eftir gistingarhúsum.

Teir báðar dagarnar vit vóru har, var eitt brúdleyp. Eisini vóru fleiri gestir á motorsúkklu og nakrir vóru við bili. Felags fyri flestu gestirnar var, at teir høvdu koyrt eftir Transalpina. Somuleiðis vóru gestir á terassuni allan dagin.

Tó at tey ikki duga nógv enskt, so eru starvsfólkini vinarlig og royna. Nøkur orð av enskum skilja tey. Tú fært tað tú biður um og menu-kort er eisini á enskum. Tað kann avgjørt viðmælast at steðga á hesum gistingarhúsi.

Nakrar av myndunum hevur Eivind Jacobsen tikið og nakrar hava vit fingið frá gistingarhúsinum


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi