Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

KRISTILIGA TÍÐINDATÆNASTAN - á ferð í Danmark

Átrúnaður | 11/06-2018 21:52


Kristiliga Tíðindatænastan hevur verið á ferð í Danmark í einum sera sólríkum mai mánaða, har vitjað hevur verið bæði á Malta í Hirtshals, í Kristnastovu í Keypmannahavn, í Glostrup Frikirke og á eini Hvítusunnulegu í Tølløse í Vestur- Sjellandi. Eisini vitjaðu vit Íslendingin Gardar Ragnarson, sum hevur búleikast í Suður-Jyllandi í mong ár.

HER ERU NAKRAR TÍÐINDAHUGLEIÐINGAR FRÁ SÓLRÍKU FERÐINI Í DANMARK Í MAI Í ÁR:

MALTA, HIRTSHALS: Á Malta í Hirtshals hittu vit fyristøðuhjúnini Onnu og Hans Djurhuus, sum hava virkað og búð á Malta síðani juli í 2011.

Malta eru eini størri hús, sum vórðu keypt fyrst í áttatiárunum til tess at reka sjómansmissión út frá, tá hundraðtals føroyskir sjómenn komu regluliga í havnina í Hirtshals. Tað vóru hjúnini Gretha og Levi Joensen úr Klaksvík, sum byrjaðu sjómansmissiónina á Malta í Hirtshals, og arbeiðið hevur verið har síðani tá og til dagin í dag, hóast tað ikki er sama tal av sjómonnum í dag sum áður.

Gretha og Levi virkaðu sum fyristøðuhjún á Malta í fleiri ára tíggir, men í 2011 valdu tey at “minstra” av, og tá vóru tað hjúnini Anna og Hans Djurhuus, sum fluttu inn á Malta, og har búleikast tey enn. Anna er uppvaksin í Tórshavn, og Hans er úr Porkeri.

Tá eitt stórt tal av føroyingum búgva í Hirtshals hevur arbeiðið á Malta, seinastu nógvu árini, eisini fevnt um vanligt føroyskt samkomuvirkið, við breyðbróting, sunnudagsskúla, ungdómsmøti, evangeliskum møti sunnukvøld, og bønar- og uppbyggingarmøti mikukvøld.

Vit spurdu Hans um arbeiði á Malta í dag: Hans sigur, at “møtini sunnumorgun og sunnukvøld verða rímiliga væl vitjað, og at tað leggjast nýggj andlit til frá tíð til aðra. Hvørt fyrsta leygarkvøld í mánaðinum fara fólk av  Malta til Aalborg at hava føroyskt møti, tá fleiri føroyingar eisini búgva í Aalborg. Møtini í Aalborg verða rímiliga væl vitjað.”

Eisini nevndi Hans, at seinastu árini hava tey á Malta tikið stig til tað, sum tey kallað mansvikuskiftið. “Hetta er eitt vikuskiftið fyri menn, sum verður fyrireikað einaferð um ári. Byrjað verður fríggjakvøld við nátturða, og hildið verður fram allan leygardagin við bíbliutímum og samverum. Undirtøkan hevur verið góð, við luttøku eisini úr Føroyum,” sigur Hans.

Hans nevndi eisini, at fleiri og fleiri føroyingar verða innlagdir á sjúkrahúsi í Aalborg, og at hetta møguliga verður ein nýggj og gevandi avbjóðing í tænastuni á Malta.

Hans kom eisini inn á Norrønasiglingina millum Hirtshals og Føroyar, sum í ein ávísan mun setir skránna á Malta, tá ferðandi mangan leita inn á Malta annaðhvørt av Norrønu ella ávegis umborð – men Anna og Hans leggja afturat, “at øll eru altið vælkomin á Malta!”

KRISTNASTOVA: Eisini varð vitjað í Kristnastovu á Amager í Keypmannahavn. Næsta ár verða tað 40 ár síðani Kristnastova, við Susan og Øssuri Berghamar, fluttu inn í nýggju stásiligu stórhúsini á Birmavegi 36 á Amager, har arbeiðið millum føroyskar útisetar hevur búleikast til dags dato.

Seinastu 10 árini hava tað verið Dora og Niels Pauli Nónstein, sum hava leitt arbeiðið í Kristnastovu. 13. august í ár eru 10 ár liðin síðani Dora og Niels Pauli vóru innsett sum fyristøðufólk í Kristnastovu. Tá høvdu Susan og Øssur Berghamar verið fyristøðufólk í arbeiðinum í 35 ár – og tey eru framvegis partur av arbeiðinum í Kristnastovu!

Seinasta árið hava Dora og Niels Pauli verið í farloyvi í Føroyum, har Niels Pauli hevur vitjað samkomur, har hann bæði hevur talað á møtum og havt bíbliutímar, og eisini hava Dora og Niels Pauli verið virksom á samkomu- og familjulegum í Zarepta meðan tey hava verið í farloyvi.

Dora, sum hevur apoteksútbúgving, hevur arbeitt á Tjaldursapoteki meðan tey hava verið heima í farloyvi.

Meðan Dora og Niels Pauli hava verið í Føroyum, hava Klaksvíkshjúnini, Sólvá og Jákup Hansen, avloyst í Kristnastovu, har tey hava røktað møtini sunnumorgun og fríggjakvøld, og somuleiðis sjúkrahúsvitjanina á Rikissjúkrahúsinum og regluligu møtini á føroyska sjúklingahotellinum Hotel Tórshavn.

Kristiliga Tíðindatænastan vitjaði í Kristnastovu í summar, og fekk eitt prát við Sólvu og Jákup. Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey loysa av í Kristnastovu, og tey hava eisini fleiri ferðir loyst av á Malta í Hirtshals. Tey siga bæði, at tað fellur teimum væl at stuðla teimum, sum eru fast knýtt til tílikt arbeiði, við avloysingum, eisini um talan er um longri farloyvi, og at tey kenna hetta sum eitt kall frá Harranum.

Dora og Niels Pauli byrja aftur í Kistnastovu í august, og tá fara Sólvá og Jákup aftur til Klaksvíkar, har tey eru knýtt til samkomuna í Betesda.
 

HVÍTUSUNNULEGA: Eisini hevur Kristiliga Tíðindatænastan vitjað á árligu leguni hjá Glostrup Frikirke, sum hevur verið hildin í mong ár á hvítusunnu í Birkedal í Tølløse, sum liggur á Vestur-Sjellandi. Tað er Kristian Guttesen, ein av samkomuleiðarunum í Glostrup Frikirke, sum er ein av samskiparunum av leguni.

Umleið 50 luttakarar vóru á leguni, har ímillum eisini barnafamiljur og nakað av ungdómi. Legan byrjaði fríggjakvøld við eini hugnaligari og vælsmakkandi grillveitslu, sum sjálvsagt varð hildin uttandura, og sum gjørdi sítt til, at tey, sum ikki hava verið við áður, vórðu samansjóðaði við hini.

Fýra bíbliutímar vóru á leguni, sum vórðu býttir yvir leygarmorgunin og hvítusunnudag. Evnini í bíbliutímunum vóru: Trúgv, vón og kærleiki – Bøn og tess ávirkan – Samkoman og teir elstu – og seinasti bíbliutímin var um evnið: Hví gevast, tá Gud ikki gevst?!

Aftan á hvønn bíbliutíman var skipað fyri samtaluløtu um evni, sum var umrøtt. Leguluttakararnir vórðu býttir í fýra samtalubólkar. Hetta var bæði gevandi, men eisini rannsakandi fyri tann, sum hevði bíbliutímarnar.

Legan endaði eftir nátturða Fyrra Hvítusunnukvøld.

25 ÁR Í GLOSTRUP FRIKIRKE: Kristiliga Tíðindatænastan var eisini við, tá Glostrup Frikirke feiraði síni 25 ár síðani samkoman byrjaði úti í Glostrup. Dagurin varð markeraður við eini sokallaðari Festgudstænastu sunnudagin 27. mai. Tað var í mai í 1993 at fyrsta møti varð hildið í Glostrup Frikirke, har samkoman enn heldur til. Adressan er Østervej 12, 2600 Glostrup – info@glostrupfrikirke.dk

Glostrup Frikirke er ein avleykari av samkomuni í Brønshøj. Hóast nógvir fastbúgvandi føroyingar eru ein partur av Glostrup Frikirke í dag, so er talan um eina danska samkomu, har bæði prædika, sangur, vitnisburður, kunnngerðir og alt annað fer fram á donskum.  

25 ára dagurin byrjaði við breyðbróting kl.10:00, og kl.11:15 byrjaði sjálv Festgudstænastan, og ógvuliga hóskandi varð tað byrjað við sanginum: “Stor er Din trofasthed,” sum eina staðfesting av, at Harrin hevur roynst trúfastur hesa fjóringsøldina, ið samkoman hevur virkað.   

Tað var fullsettur salur við vitjandi frá fleiri samkomum í Keypmannahavn, sum leitaðu sær inn í Glostrup Frikirke at ynskja til lukku við 25 ára haldinum, sólríka sunnudagin í mai; og tað var áhugavert at hoyra fleiri av samkomulimunum siga frá, hvønn persónligan týdning samkoman hevur havt í teirra lívi: Onkur tók soleiðis til, “at samkoman hevur verið ein kumpas í mínum lívi!” Onnur søgdu m.a. “Samkoman er mítt andaliga heim!” “Ein samkoman er at hoyra til eina samkomufamilju!”

Kristian Guttesen, sum var ein av teimum, ið grundlegði samkomuna fyri 25 árum síðani, hevði jubileumsprædikuna. Hann hevði sum tekst Zak.4,10v. “Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum!”

Kristian legði út við at siga, at ein samkoma eigur at vera ein livandi organisma, og hann endaði prædikuna við eini áminning til samkomuna og gestirnar, “at vi må tage vare på, at vi ikke holder op at være Kristi Kirke!”

Eftir Festgudstænastuna varð bjóðað til nýbakaðar vaflur og róma úti í urtagarðinum, har samkomulimir og gestir heilsaðu hvørjum øðrum, og litu aftur á tey farnu 25 árini.

Kristiliga Tíðndatænastan ynskir Glostrup Frikirke til lukku við degnum, og Guds signing tey næstu 25 árini!

ÍSLENDINGURIN GARDAR RAGNARSON: Kristiliga Tíðindatænastan vitjaði eisini í lítla danska landsbýnum Kirke Hørup á oynni Als, sum liggur ikki langt frá Sønderborg í Suður-Jyllandi. Har býr Íslendski prædikumaðurin og evangelisturin Gardar Ragnarson, sum rundar tey 87 árini seinni í ár. Hann og konan Anna, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, hava búleikast og virka sum trúboðarar í Danmark í fleiri ára tíggir.

Hann og konan vóru í mong ár trúgvir stuðlar til føroysku møtini í Sønderborg, sum Germ Hansen og Levi Joensen skipaðu fyri hvønn mána í mong ár. Gardar var altið til reiðar við einum orði, og kona hansara Anna gleddu møtifólkið mangan við síni vøkru sangrødd.

Tá Ebenezerkórið vitjaði í Reykjavík, við Peturi Háberg sum ferðaleiðara, á sumri í 1963, tá byrjaði eitt vinarband millum teir tríggjar, Gardar, Petur Háberg og Ingálv av Reyni, sum eisini var við í ferðalagnum. Gardar virkaði sum tulkur hjá teimum undir vitjanini í Reykajvík.

Tá heimskendi rithøvundurin og evangelisturin Oswald Smith úr Toronto í Kanada hevði tey fyrstu stórmøtini nakrantíð í Reykajvík í 1962, tá var tað Gardar Ragnarson, sum tá var 29 ára gamal, ið tulkaði Oswald Smith. Gardar sigur í samrøðu við Kristiligu Tiðindatænastuna, at dagarnir saman við Oswald Smith gjørdu nakað gott við seg persónliga, sum  hann hevur notið gott av alt sítt lív.

Gardar greiðir frá, tá hann fyrstu ferð vitjaði í Føroyum, sum var á heysti í 1964. Hann var ávegis úr Reykajvík til Keypmannahavnar við ferðamannaskipinum Dronning Alexandrine, sum tá sigldi millum Ísland, Føroyar og Keypmannahavn. Tíðliga leygarmorgun leggur skipið inn í Tórshavn, og Gardar fer ein gongutúr niðan í býin, sum hann als ikki kendi, og hóast hann hevði møtt bæði Petur Háberg og Ingálv av Reyni og øðrum føroyingum í Reykjavík, so hevði hann onga adressu ella telefonnummar hjá sær.  

Tað  var ikki nógv fólk í býnum hendan leygarmorgunin, men tá hann kemur niðan ímóti Føroya Sparikassa og Ebenezer, tá sær hann ein mann standa undir Føroya Banka. Maðurin ber kepp, og sær ógvuliga hugsunnarsamur út. Gardar ber kenslu við mannin, og fer ímóti honum, og tá hann kemur nærri, sær hann, at tað er sjálvur Ingálvur av Reyni, sum heilsaði honum við einum blíðum smíli.

Gardar spurdi Ingálv hvar Petur Háberg helt til, og tá stóðu teir beint uttanfyri dyrnar til skrivstovuna hjá Peturi, sum tá hevði skrivstovu á ovsatu hædd í Føroya Banka. Gardar sigur, at hendan fyrsta vitjan hansara í Føroyum, var ein signa løta, og allir tríggir fóru inn hjá Peturi, sum tá búði í Magnus Heinsonargøtu, har Hjørdis, kona Petur, gjørdi teimum ein góðan drekkamunn, áðrenn Gardar mátti fara umborð á Dronning Alexandrinu.

Gardar sigur, at hendan vitjanin leiddi til, at hann og konan komu til Føroyar í 1965 at vera fyristøðufólk í hvítusunnusamkomuni í Evangeliihúsinum, har tey komu at virka í 5 ár, frá 1965 til 1970.

Gardar er framvegis virksamur sum evangelistur og bíbliulærari í samkomum í Suður-Jyllandi, og einaferð um mánaðin er hann við til týskt/danskt møti, sum verður hildið við markið millum Danmark og Týskaland.

Gardar hevur í mong ár verið við í blaðstjórnini á danska missiónsblaðnum MISSIONS NYT, sum er komið út í 60 ár. Hann er framvegis ein av føstu rithøvundunum á blaðnum.

Poul Jóhan Djurhuus

 


Lagt út: Randi Jacobsen

Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi