Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiskivinnuni veksur fyri hvønn dag

Fiskivinna, Politikkur | 20/06-2018 08:53

Tveir triðingar eru farnir av árinum, áðrenn vinnan veit, hvørjar kvotur tey hava at fiska.

“Hetta er ruðuleikakend fiskivinnuumsiting!” Tað sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður við fiskivinnumálum, nú uppboðssølurnar av norðhavssild og makreli eru útsettar.

Í eini viðmerking á facebook sigur Jacob Vestergaard, at landsstýrismaðurin vil bíða við uppboðssøluni, til “útlutanin av “vinar- og kenningarkvotum” er avgreidd”.

Hann sigur, at fyrr vistu feløgini við ársbyrjan, hvussu nógv tey høvdu at fiska og kundu leggja árið til rættis eftir tí.

“Tá kundu feløgini gera avtalur og skipa fiskiskapin og framleiðsluna soleiðis, at sum mest fekst fyri hvørt kilo, men soleiðis er ikki longur,” sigur Jacob Vestergaard.

“Nú uppboðssølurnar eru útsettar til 14. og 16. august, eru 2/3 farnir av árinum, áðrenn vinnan veit, hvørjar kvotur tey hava at fiska,” sigur hann.

Landsstýrismaðurin hevur avgjørt, hvør skal hava menningarkvotur

Jacob Vestergaard leggur eisini Høgna Hoydal undir at hava útvalt politiskt, hvør skal hava menningarkvotur, og hann sigur, at uppboðssølan er útsett, fyri at hesir politiskt útvaldu nýggju aktørarnir skulu fáa stundir til at umráða seg, so teir kunnu luttaka á útsettu uppboðssølunum.

“Vit hava ongantíð fyrr sæð so ruðuleikakenda og tilvildarliga umsiting, sum tann Høgni Hoydal, landsstýrismaður, stendur fyri. Føroyska fiskivinnan, sum hevur staðið fyri menningini av samfelagnum, hevur ikki uppiborið slíkt,” sigur Jacob Vestergaard.

Hann sigur at neyðugt er at gera nýggja lóggávu, har ongar ásetingar eru um uppboðssølu, so fiskivinnan aftur kann fáa rímiligar arbeiðsumstøður og gera neyðugu íløgurnar, sum framtíðartryggja vinnuna og føroyska samfelagið.

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi