Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Pól Huus Sólstein hugleiðir

Fiskivinna, Innanlands | 22/06-2018 10:10

Kaffikrússið er tómt og vindilin er slóknaður. Mær rennur til hugs tað líttlu gentuna við svávulpinnum, sum setti eld á allar pinnarnar í einum, fyri at fáa tann síðsta fløvan. Soleiðis havi eg tað eisini hendan morgunin, tá allir mínir tankar hava fingið veingja flog.

KUMPASSNÁLIN

Fyrsta morgunkrússi av kaffi er farið niðurum, og sitandi úti, njóti eg tann fyrsta vindilin hendan dýrdarmorgunin. Og sum fleiri morgnar hesar vikurnar, kemur likkan heldur ikki hendan morgunin. Hon hevur annars verið trúføst seinastu mongu árini. Sum ein annar hani hevur hon gáka teir ljósu morgnarnar á sama ljóssteyra omanfyri húsini. Matrestur hevur hon tikið takksamt ímóti, og somu rutu, dag út og dag inn, hevur hon flogið og verið millum húsini yvir alt summari. Hon er mest sannlíkt deyð. Tað er eitt at gera, og tað er at halda fram við at hava matreystur at geva, við vónini um at onkur onnur fer at koma og støðast.

Og í hesari morguntøgnini hoyrist ein einsamøll Terna kria fram við sandinum. Tær komu uppá dagin í ár, á Hálvarsøku, men so sera fámentar. Men soleiðis er; tað er ikki alt vit kenna og eru harrar yvir. Náttúran hevur sína egnu ringrás, og vit kunnu bert undrast yvir hennara margfeldni. Ikki minst hetta stórbara havið sum hon, og sum vit øll eru ein lutur av.

Sum eg siti og njóti sólarljósið, luktin av tara og friðin hvøkki eg við, tá eg í útvarpslurtinum hoyri, at Landstýrismaðurin er hálvgum firtin við tað, at Undanfarnu uppboðssølur hava víst, at luttøkan hevur verið avmarkað. Í komandi vikunum verða umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar. Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og luttøkuna í uppboðssølunum, at hesar eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar

HALLO. Sita øll í løtuni og bara suttað kongabomm og drekka Campari á teimum bonaðu gólvunum, ella byrjar onkur at vaknað nú dagurin er hálvrunnin.

Minnist tá eg sum smádrongur plagdi at sleppa við út á poll við trolarunum í Klaksvík at rætta kumpass, áðrenn teir skuldu “uppá langfart”. Sum regul var hetta gjørt við kønari vitan og hond Fisher Heinesens. Og vælaverk skuldi tað vera, við tað at skipið skuldi langar ókendar leiðir. Og uttan vælrættaða kumpass, røtt kort og vit og skil, vóru sannlíkindi fyri viðburði á túrinum sera vánalig, og eydnan so als ikki vís.

Tað eru neyvan tey flestu í dag sum vita hvat tað er at rætta kumpass, og so slettis ikki tann politiska skipanin við fiskivinnunýskipanini. Nei, nú skuldi skútan leggjast frá landið, hóast alt ov lítið av fólki er til at loysa endarnar. Og uttan allar neyðugar fyrireikingar, skal politiska skipaninin nú finna útav, hvør kósin skal verða, hvør ferðin skal verða, og Guð hann hjálpi mær eisini hvør skal verða umborð ella ikki. Hetta er vánaligur sjómanskapur, og ikki minni vánaligt politiskt hondverk.

Nú skal eg ikki verða nakar RADARI, men eg haldi at alt ov ofta sleppur veruligur “Substansur” at “flúgvar undir radarnum” um eg so má siga. Seinast var tað Ingolf S. Olsen, sum slapp at hóreiggja sær sum honum lysti við sínum tjóveldissjónarmiðum í Radarnum hjá KVF. Maðurin veit kanska hvat hann tosar um vegna Tjóðveldisflokkin, men onkursvegna gloymir hann, at tað er hann og hansara fólk, sum hava tveitt vinnuna út í hesa støðuna og hesa orrustuna. At reiðara fyrihalda seg til veruleikan, kann ikki verða nakað sum kemur óvart. Tað er jú samgongan sum hevur floyta hendan dystin í gongd, og bólturin er rundur, og spæli koyrir. Summar vinnutaklingar eru harðari enn aðrar og summar meiri elegantar. At hótta við Reyðum kortum tænir ongum. Hetta fyrikemur mær sum dreingjalótir, tá man plagdi at spæla fótbólt, og mitt í dystinum skuldu reglurnar broytast. Hetta fall sera sjálvdan í góða jørð, og kom sum oftast frá tí tapandi liðnum og oyðilegði allan dystin.

Vit sum onki annað hava gjørt uttan arbeitt við og í fiskivinnuni okkara lív, dugað at eygleiða og hava langt síðan hoyrt endurljóðið frá fiskivinnunýskipanini, langt áðrenn hon var skotin í gongd. Øll gjøldini sum verða løgd á vinnuna eru sum allir vanligir rútakonvoluttar, sum ein og hvør borgari kennir: TEIR FINNA VEGIN. Tann nýggja tíðin leggur upp til eitt fiskivinnupolitiskt umhvørvið, sum er keynsluleyst og hart, og sum bert fer at snúgva seg um pening. Hendan kynisman verður nú framald av nýggjum politiskum framsøgnum og hugmyndafrøði, sum gongur beint ímóti teimum virðum og siðvenjum sum vit hava ognað okkum gjøgnum okkara 150 ára fiskivinnusøgu.

Havi alt mítt lív liva tætt uppat reiðaravirksemi, og mær kunnugt hava altíð 90% av reiðaríunum verið hóvlig, siðilig, erlig og skilafólk verið aftanfyri, og soleiðis er tað eisini í dag. Hini 10% hava altíð verið har, sum nakrir lúshundar, men latum okkum so fara eftir teimum. Mær vitandi hava tað verið nøkur mynstringarbann seinastu árini, og mær vitandi hoyra tey til tey 10%ini, og ikki tey 90! Vit mugu tora, og vit skulu kalla ein spaka fyri ein spaka og loysa trupulleikan har hann veruliga er.

Lat meg taka tvey ítøkilig dømi, sum vinnan ikki vildi vita av, men sum hendan samgongan hevur sett sær fyri at fremja og sum gongur BEINT ÍMÓTI vanligari fiskivinnu siðvenju, soleiðis sum eg kenni hana.

1250 tons av svartkjafti vóru bjóðaði út fyri 2,50 kr og ongin keypti!!! 170 tons av mjøli vóru boðin út á fríða marknaðin fyri 8,25 kr, og ongin keypti. Skipanin hjá Ingolf S. Olsen og hansara felagum leggur upp til at so er prísurin óivað for høgur, vegna tess at ongin keypur. Lat meg sláa fast við 10 tumma seymi, at eg sum stjóri á North Pelagic, øll árini havi arbeitt fyri gjøgnumskygni, har skip og manning luttaka í inntøkum og útreiðslum sum standast av sølu, frá Hav til Marknað, fyri at øll skulu fáa sum mest burturúr. Og soleiðis er okkara moralska vinnukodeks enn og hevur altíð verið tað . Og tískil verður manning avroknað til 3,00-3,25, sum er tað vit megnaðu at selja hetta fyri, og mjøli á leið 9,50. Hugsið tykkum til, at 1200 tons av makreli verða seld um uppboðssøluna í summar fyri 7,50 kr, og veruligi prísurin er 10,00 kr. So er als ikki óhugsandi at tað kanska er onkur sum bjóðar 7,90 og North Pelagic bjóðar 8,00 og eigur hægsta boð. Um vit fylgja vinnuliga moralkodeksinum, sum Samgongan hevur lagt fyri dagin, so skal manningin avroknast fyri 8,00, ella 2,400 mill minni enna annars, tí nú hevur vøran skift juridiskan eigara. Ein nýskaptur fiskivinnupolitiskur trupulleiki, sum hevur sæð dagsins ljós, bert vegnað tess at tað ikki verður lurtað! Tann grundleggjandi vitanin manglar, og tað er væntandi virðing fyri, at vit sum hava lagt lív og sál við at gera vinnuna meiri burðardygga og kappingarføra, at vit ikki eru dugnalig nokk.

Nú er onkur sum longu er ørkymlaður, men nú tosað vit also um Uppboðssølu av veiddum fiski og ikki um tað famøsu Uppboðsøluna av óveiddum fiski.

Um vit hyggja at uppboðssøluni av óveiddum fiski, er støðan akkurát líka ring um ikki verri. Og harafturat er hon sera torfør at skilja hjá vanligum deyðiligum menniskjum. Men lat meg royna.

Støðan her er hon, at tann (besti mugu vit roknað við, tí tað er hann sum vil gjalda hægst prís) sum keypur kvotuna, skal gjalda meir fyri hana komandi árini, vegna tann lægsta felagsnevnaran, sum far ringast avreiðingarprís. Jú, tú las rætt. Ítøkiliga sagt: Um prísurin á uppboðsøluni er 2 kr, og miðalavreiðingarprísurini fyri allan flotan er 4 kr, so skulu gjaldast 50% av miðalavreiðingarprísinum komandi árini hvørt ári sær. Men um vánalig góðska og væntanti kappingaevni hjá virkjum, og umstøður annars gera, at avreiðingarprísurin bert verður 3 kr, ja so skulu gjaldast 66 % av miðalavreiðingarprísini komandi árini. Ikki í ár, men KOMANDI 3 ella 8 árini fyri langtíðarrættindi. SKIL TAÐ HVØR Í SKILJA KANN. Hetta er við til at undirgravað alla nýhugsan og allan framburð í vinnuni, eftir mínum tykki. Og ein trupulleiki, sum hevur sæð dagsins ljós við nýggju skipanini.

Mær rennur til hugs, sum ikki eina ferð søguna um at eitt byggja eitt veruligt skip. Um tú veruliga vilt byggja eitt skip, skalt tú ikki rópa fólk saman í flokk, til at fáa til vega timbur og alskyns amboð. Og lat verða við at lata uppgávur frá tær, ella luta út arbeiðir. Nei, tú skal vekja longsulin eftir at koma út á tað stóra víða havið. Hetta hava vit ikki tikið til okkum við nýggju skipanini, og hetta fer at drepa allar nýggjar stórar hugsanir. Sjálvandi minnist eg, at tá eg gekk í skúla lærdu vit mangan, at tómar tunnur buldra mest, og vit ikki skuldu brúka okkum. Hetta fyri at fá okkum at tiga. Men eg minnist eisini at vit lærdu at eitt er kort at lesa, men annað skip at føra. Nú tikist mottoið verð: Vit loysa, og lesa kortið seinni. Tá vit hava funnið útav hvør skal føra skipið, finna vit útav hvør skal verða umborð, og eisini hvør skal blakast yvir borð, sum er til yvurs.

Kaffikrússið er tómt og vindilin er slóknaður. Mær rennur til hugs tað líttlu gentuna við svávulpinnum, sum setti eld á allar pinnarnar í einum, fyri at fáa tann síðsta fløvan. Soleiðis havi eg tað eisini hendan morgunin, tá allir mínir tankar hava fingið veingja flog. Men arbeiði kallar aftur. 
Stararnir hava nú lagt seg á tær fáu matreysturnar, sum liggja sløgdar á fløttinum. Lystiliga leika teir hendan morgunin, og eta teir molarnir, sum eru at fáa; glaðir fyri løtuna og glaðir fyri enn ein dag.

Eg ressist, og raggi mær niðan í bilin. Hetta er aftur ein dagur; eisini hjá mær. Og í dag vil eg enn sum áður fara til arbeiðis, og stríðast fyri og verja øll tey góðu virðini, sum eg eri uppalin við innan fiskivinnu og tess lív. Har dugnaskapur, arbeiðssemi, tolsemi, reinlyndi og rúmligheit eru virdar dygdir, og har virðingin fyri rættvísi verður sett hægst. Og har framburður er rótfestur í at lyfta í felag.

Og meðan eg koyri murri eg. 
Hin roðin, sum skínur á sumri í líð, 
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð, 
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál, 
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál: 
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna, 
at eg verji Føroyar, mítt land.

Sólarroðin skínur á fjallatopparnar sum eg koyri, og eg hugsi við mær sjálvum, at hetta er eisini mín sangur sum er fyri okkum allar føroyingar. Hetta er okkara sangur, hóast óðnir og vetrarsins týning. Hetta er okkara sangur, hóast myrkri til tíðir fjalir okkara bjartasta mál. Hetta er eisini mín sangur, sum letur ljósi spæla mær sigur í sál. Hetta eru eisini mínir streingir, sum vóna og sum vága, sum ger at eisini eg vil verjar Føroyar sum mítt land.

Við bros á kinn eri eg ávegis til dagsins strev og yrki, og ikki er tað frítt, at tankarnir leita sær til minar kæru íslensku starvsfelagar og vinir, nú teir skulu aftur í eldin seinni í dag. Teirra ótrúliga fótbóltskraftaverk bergtekur okkum øll. Og hvørja ferð, áðrenn dysturin byrjar, syngja hesar skepnur við insta hjarta teirra sjáldsama eyðmjúka tjóðsang. Út um alla verðina rungar hesin songur, sum minnur okkum á hvussu smá vit eru, og tó eru alt sum vit kunnu verða. Her er nakað vit øll kunnu læra av, og sum er rótfest í tí smáa. Og at alt kann lata seg gera. Og allur heimurin verður rørdur til tár, tá tey seinastu orðini av eymýkt dynja á hesum frælsa fría leikvølli:

Eitt eilífðar smáblóm með titrandi tár,
sem tilbiður guð sinn og deyr

Ein ævinleiks smáblóma, við døggvátum eygað
sum tilbiðjur Guð sín og doyr

Pól Huus Sólstein, Syðrugøta 22.06.2018


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi