Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Orkupolitisk ætlan: Einar grønari Føroyar í 2030

Tøkni | 21/06-2018 21:30
Sirið Stenberg og Petur Joensen, formaður í arbeiðsbólkinum.

Eitt av høvuðsmálunum hjá sitandi samgongu er at fáa ferð á grøna orkuskiftið. Stevnan er, at í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku.

Í dag varð frágreiðingin, “Orkupolitisk ætlan – hvussu vit røkka málunum fram til 2025 og 2030”, handað landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg. Í frágreiðingini vísir arbeiðsbólkur á, hvussu til ber at røkka málunum, ið samgongan hevur sett.

“Eg fegnist um, at Orkulpolitiska ætlanin er so ítøkilig og kemur við greiðum tilmælum til okkum politikarar at viðgera og taka støðu til. Frágreiðingin verður eitt sera hent amboð í tí víðari arbeiðinum. Tað er eisini ein styrki, at øll tey, sum virka á orkuøkinum, hava hvat høvi til at luttaka í arbeiðinum og geva sítt íkast”, sigur Sirið Stenberg í viðmerking.

Stórar útbyggingar neyðugar
Arbeiðsbólkurin kann staðfesta, at ávís ferð er komin á grøna orkuskiftið, og at politisku átøkini at skunda undir grøna umskiftið hava havt ávísa effekt. Eisini eru ítøkiligar ætlanir um stórar vindorkuútbyggingar næstu tvey árini, sum í hvussu er fer at trífalda máttin av vindorku í Føroyum.

Hesar útbyggingar eru bara tær fyrstu av fleiri útbyggingum. Arbeiðsbólkurin metir, at øll tann grøna framleiðslan skal vaksa úr 170 í 600 GWt/ár komandi 12 árini til 2030.

Tað krevur stórar útbyggingar av serliga vindorku og sólorku, sum sambært nýggjari kanning eru bíligastu loysnir at røkka málinum um 100 prosent grøna elframleiðslu. Samstundis skulu battarí- og pumpuskipanir gerast.   

Hóast hesar útbyggingar, so eru útlit fyri lægri elprísum frameftir.

Mugu eggja fólki enn meira til at velja grønar loysnir
Eitt annað stórt tak sambært arbeiðsbólkinum verður at fáa vanliga føroyingin at velja grønar loysnir. Eitt av málunum í samgonguskjalinum er, at helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku í 2025.

Í dag hava 2.000 av 18.000 sethúsum hitapumpu ella fjarhita til upphiting. Politisku átøkini, sum longu eru framd, gera mun, men neyðugt er við enn fleiri átøkum, og mælir arbeiðsbólkurin til at seta forboð fyri at seta oljufýr upp í nýggjum húsum frá 2020. Í 2021 kunnu nýggj oljufýr sum høvuðsregla ikki setast upp fyri gomul.

Eisini eigur ætlanin at differentiera elprísir at verða framd soleiðis, at eitt nú streymur til hitapumpur og elbilar verður bíligari. Somuleiðis skal meira skal gerast burturúr at kunna og ráðgeva um grønar hitaskipanir.

Elbilar væl egnaðir í Føroyum
Stutta frástøðan millum bygdir og hitalagið gera, at elbilar eru sera væl egnaðir í Føroyum. Framvegis eru lutfalsliga fáir elbilar, men bilasølur boða frá, at gongd er komin á søluna í 2018. Tað bendir á, at serligu tiltøkini at skunda undir útbreiðslu av elbilum so smátt hava fingið ávirkan.

Í løtuni gjalda el- og vetnisbilar hvørki meirvirðis-, skrásetingar ella veggjald, men hesir fyrimunir fella burtur aftur í næstum. Arbeiðsbólkurin mælir til at leingja hesar avgjaldsfrítøkur.  

Orkupolitiska ætlanin kann lesast her


Í arbeiðsbólkinum sótu Petur Joensen, formaður, Niels Winther, Terji Nielsen, Kári M. Mortensen, Jóhannes Pauli Poulsen, Tommy Petersen og Fróði Jacobsen. Niels og Tommy vanta á myndini.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi