Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tónleikabarnagarður á Frúutrøð

Innanlands, Lesarabrøv | 29/06-2018 16:50

Á Frúutrøð stendur ein býarmynd, ið skjótt letur vegg til seinasta tónan. Tí í næsta ár flytur musikkskúlin - børnini, lærararnir og ljóðførini í nýggjan og nógv størri skúla úti í vesturbýnum, og so vil meirlutin í býráðnum, at býarmyndin skal jarðast við jørðina. Eyðkendi bygningurin, ið áður var fólkaskúli, er við árunum tillagaður tónleikaundirvísing, har eitt nú ljóðviðurskiftini eru betrað, so tey eru hóskandi til sang og spæl.

Tey árini eg sat í musikkskúlanevndini lótu øll sera væl at umstøðunum og umhvørvinum í og uttanfyri bygninginum, tó musikkskúlin varð vaksin út um karmarnar fyri langari tíð síðani.

Bygningurin er umvældur fyri nøkrum árum síðani, og er góður og væl hildin. Uttanfyri er ein stórur veðurgóður garður við vakrari grasfløtu við altíð so flottum blómum. Stutt er oman á Skansan og í fjøruna. Vælhildin beð við runnum og trøum umkransa vælrøktaða og vælvitjaða stóra parkeringsøkið, sum Havnin hevur alt ov fá av. Tí er tað spell, at bygningurin nú verður søga. Hinvegin stórgleðast vit um, at vit gerast fleiri borgarar í kommununi og serliga, at barnatalið er nógv vaksið. Stóra avbjóðingin hjá politikarunum í Tórshavnar býráð er nú at útvega bráfeingisansingarpláss. Umsitingin metir, at umleið 160 børn fara at mangla barnaansing innan stutta tíð.

Á framløgu á býráðsfundinum 20. juni, har eg var inni sum varafólk fyri Heðin Mortensen, varð sagt, at nógv tann størsti tørvurin á barnaansing er í miðbýnum. Tí undar tað meg, at meirlutin í býráðnum fyrr í ár avgjørdi at bjóða Frúutrøð út til íbúðarbygging og sostatt skapa nógv størri tørv á barnaansing í longu sperda økinum. Við einum pennastroki avgjørdi meirlutin at jarðleggja góða skúlan, læknaviðtalurnar, garðin og parkeringsøkini. Kanska ikki so løgið, tá nú sama býráð í óðamannaverki reiv niður dagstovnin í Gundadali og jarðlegði fleiri av barnaansingarplássunum og allarbesta spæliplássið í kommununi.

Kommunan eigur góðu bygningarnar og alt Frúutrøð. Hettar eru bygningar og parkeringspláss, sum kosta nógvar milliónir at útvega av nýggjum. Milliónir, sum vit skattgjaldarar longu hava rindað fyri. Tí skylda vit at spyrja okkum sjálvi, um musikkskúlin kann brúkast eitt nú til barnagarð. Kommunan hevur í nógv ár tillagað alskyns bygningar til dagstovnar og er serkøn til júst tað. Tí man tað ikki verða nøkur tung uppgáva hjá dugnaligu umsitingini at tillaga musikkskúlan til ein góðan barnagarð. Sum politikarar skulu vit vera framsíggin og nýhugsandi, men vit skulu allarfyrst duga at endurnýta og byggja upp á tað, sum er frammanundan – við virðing fyri teimum undan okkum, við virðing fyri umhvørvinum og fyri ikki at oyðsla við skattakrónunum. Vit eiga ikki einans at duga at fáa sum mest og best burtur úr skattakrónunum men eisini at skilja ímillum rætt og skeivt. Tí at tað er ikki rætt at jarðleggja fullgóðar bygningar og parkeringspláss. Hettar er ein brúka-og-blaka-burtur mentalitetur í stórformat, sum kommunan ikki eigur at ganga á odda fyri. Tí vil eg inniliga heita á sitandi meirluta í býráðnum, um at gera Frúutrøð til ein tónleikabarnagarð, og sostatt geva børnunum ein fantastiskan møguleika at vaksa upp við nógvum tónleiki í einum umhvørvið, ið er serútgjørt til tónleik. Í sama viðfangi vil eg heita á býráðið, um at finna eitt nýtt øki í býnum til ta frálíku íbúðarverkætlanina, sum fyriliggur.

Bjørg Dam

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi