Selektivar upplýsingar frá Løgmanni
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sendi fyrr í dag út tíðindaskriv. Hetta tíðindaskriv er ódokumenteraður pástandur um sølu av Sjúrðaberg og harumframt mangla tíðandi upplýsingar. Av hesi orsøk er tíðindaskrivið misvísandi ella kanska beinleiðis skeivt.
Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur í dag sent tíðindaskriv viðvíkjandi kvotuni í Barentshavinum, søluni av Sjúrðaberg og uppsøgnini av manningini: fiskivinnunyskipanin-hevur-einki-vid-soluna-at-gera
Eins og floksfelagin Jónleif Johannesen, vísti løgmaður á, at kvoturnar í Barentshavinum eru stórar.
Aksel pástóð eisini, at veruliga orsøkin til at Sjúrðaberg er seldur er, at kvoturnar í Barentshavinum minka og at orsøkin til at reiðaríðið hevur valt at selja skipið helst er, at tað loysir seg fyri reiðaríðið.
Somuleiðis vísur Aksel V. Johannesen á, at kvoturnar onkuntíð eru lítlar og onkuntíð stórar. Nevnt verður at kvoturnar vóru 13.000 tons fyri 15 árum síðan og í 2017 var kvotan 30.000 tons.
Tað løgmaður sigur, er at Hanus Hansen selur tí at kvoturnar minka í Barentshavinum. Tað Hanus Hansen sigur er at hann selur orsaka av fiskivinnunýskipanini.
Vit hava tí hugt eftir hesum pástandum. Tað er rímuliga einfalt at staðfesta, at løgmaður snarar veruleikanum. Tað er rímuliga einfalt at síggja, at løgmaður gloymir at nevna tað sum hevur tídning.
JFK eigur næstan helvtina av kvotuni í Barentshavinum. Somuleiðis eiga teir 2 av 4 skipum. Tað kann eisini staðfestast, at uppboðssølan er av 17% av verandi kvotum. Somuleiðis verða 8,5% av samlaðu kvotuni útluta sum menningarkvota.
Tí minkar luturin hjá JFK í Barentshavinum við millum 22,5 og 25,5 prosentum, alt eftir hvussu stór kvotan er í barentshavinum,
Av tí at JFK eigur næstan helvtina av kvotuni og tvey skip er roknistykki hjá teimum øðrvísi enn hjá hinum. Hjá JFK missa tvey skip 22-25% hvørt. Tað svarar til at eitt skip missur 45-50% av sínari kvotu í einum høggi. Og tá er broyting í kvotuni í Barentshavinum ikki tikin við.
Tá er einfalt at rokna, at eitt skip megnar at fiska alla kvotuna.
Tí er tað rætt sum Hanus Hansen sigur. Fiskivinnunýskipanin tekur 50% av kvotuni hjá Sjúrðaberg, minkingin í Barentshavinum á 10% ger lítlan og ongan mun í hesum sambandi.
Tað vil so eisini siga, at tað Aksel V. Johannesen í dag sigur í tíðindaskrivi ikki er rætt. Niðurstøðan skal gerast við at taka støðu til um minking í heildarkvotu, á 10%, sum er púra vanlig, ella minking í kvotu á 25% sum er púra ónormal. Fyri tvey skip er tað uppaftur meira greitt. Hvat vigar mest 20% vanlig minking sum Aksel sigur, ella 50% ónormal minking við ynski um nýggjar aktørar, sum Hanus sigur? Tað skal óalmindiliga góður vilji til at taka undir við løgmanni út frá hesum upplýsingum.
Vit hava eina avtalu við Aksel V. Johannesen um eitt prát fyrrapartin í morgin til tíðindasendingina á middegi í morgin um hetta mál.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frídømt í Landsrættinum
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur