Andakt
Páll Poulsen skrivar
Uppi yvir høvdi Hansara á krossinum) settu teir tað, sum Hann var klagaður fyri; har stóð: „Hetta er Jesus, kongur Jødanna.“ Matt.27.37
Og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin. Kol.2.14
Tvinnar áskriftir vóru festar á krossin, tá Jesus varð krossfestur.
Pilatus syrgdi fyri tí fyrri, Gud fyri tí seinnu, sum nevndi allar okkara syndir og skuld – veruligu orsøkini, hví Jesus hekk har.
Gud negldi tað til kross Kristusar sum ein máttmiklan vitnisburð og kvittan fyri fulla og endaliga verk Kristusar at rinda fyri tær allar! Krossfesting Kristusar beindi fyri fordøming okkara.
Harrin havi lov fyri tað!
Úrvalt - Páll Poulsen týddi úr enskum
Um friður sum flóðin skal fylla meg her,
...
3. Mín synd – á, hvør sæl henda vissa tó er! –
mín synd er til æviga tíð
út strikað, tí negld hon til krossin jú varð,
og mín sál, hon er frí, hon er frí.
...
5. Men, Frelsari, grøvin er tó ei mín vón,
men koma tín skýggjunum í!
Við gleði eg nú síggi fram til ta stund,
tí mín sál, hon er frí, hon er frí.
*Horatio G. Spafford (Amer.), 1828–1888.
{Lag: Philip P. Bliss (Amer.), 1838–1876}.
(V. Danielsen týddi).
Nr.583 í NSGF 2015
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Tilnevningar til ÍtróttaVENJARIN 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi