Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Politisk haturstala og litteraturur á økinum

Innanlands, Lesarabrøv | 25/07-2018 16:30

Tá ið óneyðug og ógóð verja av ungum menniskjum elvir til kavaflykrur, ein systematiskan riðil av sartum menniskjum, tá leggur ráðið sjálvandi tvey og tvey saman ella, hugsar sum so, “nája, men so verja vit tey bara eitt sindur meira”.

- Tað er ikki meiri verju, men minni, tey ungu hava tørv á fyri at betra um sína andligu heilsu.

Tá ið Fólkaheilsuráðið vísir á litteratur og kanningar, ið greiða frá, at hasi, ið eru fyri sonevndari haturstalu, eru í størri vanda fyri at verða øgiliga kedd og tað, ið verri er, skal hetta takast "med en stor klype salt". Sum eitt minimum.

Eitt er, hvussu slíkar kanningar verða gjørdar, eitt annað, eftir hvørjum parametrum tær verða tað. Grundstøðið fyri definitónum av siðvenjuliga góðtiknum orðum og akademiskum hugtøkum, sum dømi, og serliga á heilsuøkinum, er eksploderað í meining—ella mangul upp á sama—seinnu árini. Tað, um nakar, burdi Fólkaheilsuráðið vitað.

At sleingja um seg við litteraturi, har tú onkursvegna roynir at knýta “haturstalu” við “sálarligan undirgang” tykist mær søkt, kostnaðarfrítt og, enntá, symptombehandlandi, men hartil óakademiskt, tí á ongum avgerandi móti er hetta ein líkinda seriøs grundan. Her er metoda, ivaleyst, men ongin substansur. (Tað sagt, at Ph.d.’ir og hvítir kittlar verða handað út sum konfetti nú á døgum, er ikki endiliga nøkur statsloyna longur.)

Men, ókey, lat okkum bara taka hasa útsøgnina hjá Fólkaheilsuráðnum fyri góðar vørur. Enn.

Um so er, er tað dekan sjálvmálsligt. Ilt at siga, hvussu tú hugsar, ella resonnerar, men tá ið eg hoyri, at tað er “prógvað”, at haturstala førir til sálarkvøl og tað, ið verri er, er ógjørligt ikki at spyrja seg sjálvan: “Á so, Fólkaheilsuráðið, og hví man so vera; hví man tað vera, at ert tú offur fyri illavorðnari talu, so endar tú í kliniskari havgron?” Um ein akademisk leinkja kann ávísast í hesum, íðan, er leinkjan tá ikki púrt próvboð um, at her er heilt galið statt við nútímans mannasinni; er hetta tá ikki óvanliga órógvandi boð um, at um tað veruliga er so, at ókvæmisorð elva til depressión og viðvarandi kvøl í sinni millum ungfólk, at so er heilt galið at byrja við?

Um tað er so, er hetta samtíðis sjónskt prógv um, at vit eru farin heilt skeiv í okkara máta at fara við og “verja” okkara avkom; og at vit tí hava brúk fyri at spola aftur, tá tað kemur til, hvussu vit fata og fara við ungum menniskjum?

Er hetta ikki eitt ótvítýtt tekin um, at tað nettupp ikki er meiri... verju, men minni verju, okkara ungu hava fyri neyðini? Er tað tá ikki tíðs nokk hjá Fólkaheilsuráðnum at spyrja seg sjálvt, at um so er, at útvaldi litteraturur hevur grein í sínum máli, at hví tað so er, at haturstala førir til andliga óheilsu? Eg haldi tað, tí tað er júst við at fara við okkara ungu sum porselensfigurerandi bløðruskallar, sum veik og ófør at svara fyri seg sjálvi, at tola mótgang og faktiska gerandisdagin, og ikki hin statsvarda gerandisdagin, at tey eru endað í einum eksistentiellum hurlivasa so ómátaligum, at tey opinbart ganga fyri bert tí, at onkur rópar “BUH” ella annað óaksuptabult eftir teimum, um tað so var nakað so idiotiskt og infantilt sum “bøssi” og “mer”. Hetta er sjálvsagt ikki í lagi.

Men hvat ger Fólkaheilsuráðið í sínum upphevjaða vísdómi teppað við “altjóða litteraturi”? Well, meiri av tí sama.

Altso, tá ið óneyðug og ógóð verja av ungum menniskjum elvir til kavaflykrur, ein systematiskan riðil av sartum menniskjum, tá leggur ráðið sjálvandi tvey og tvey saman ella, hugsar sum so, “nája, men so verja vit tey bara eitt sindur meira”. Slík atgonga til ein upphugsaðan trupulleika er ikki bert dólgut, men dovin.

Í mun til sjálvt sálarstríðið, hesi ungu, Fólkaheilsuráðið so frelsandi vil verja, tá er vert at hugsa víðari í mun til hetta sama stríð, og hvussu tað ætlandi er ein fylgja av óanstendigum mogghøvdum--sum av onkrari grund royna at vera órein ella halda tað vera ha-ha stuttligt at geyla óflýggjaorð eftir fólki.

Skatta-fíggjaða ráðið burdi fingið seg sjálvt at hugsa, at er støðan trúliga so hættislig, at nøkur ung blíva kliniskt kedd við heilivági og ekspertisu-viðgerð sum úrslit, tá, ja, bara eitt git!, men tá hugsi eg, at kanska býr okkurt annað undir.

Tað er væl hugsandi, at um støðan er so ring, at tú fert í fillur av idiotum, ið kalla teg “lebbi” upp í fleiri ferðir ella tí einu, at tá er ein undirliggjandi trupulleiki, ið rekur í pottinum hjá viðkomandi.

Ein trupulleiki, ið á ongan hátt og á nøkrum øki hevur við “haturstalu” at gera.

Orðað øðrvísi: neyðardýrið hevði endað sum neyðardýr óansæð, fyrr ella seinni...

Endaliga.

Handa illa roynda allegoriin um Ráðið fyri ferðslutrygd, ið Fólkaheilsuráðið førdi fram, at ert tú fyrst ímóti “upplýsing” ella tilráðingum frá teimum, ja, so ert tú tað eisini ímóti tilráðingum harífrá, heldur ikki heilt.

Og tað er ikki bert av tí, at eg hevði avtikið ráðið langt áðrenn, at tað náddi at koma við nakrari tilráðing, ið oftari enn ikki leggur seg á sama bógv sum hann hjá teimum, ið skulu moralisera um heilsu, ella tað, ið skudli eitast at vera um heilsu—hvat eg forrestin hevði, altso avtikið shittið!—men tí, at leinkjan ella samanberingin rætt og slætt ikki heldur.

At siga, at ógvuslig ferð kann føra til ógvusligt óhapp, er ein haldbar leinkja; men at ógvuslig tala, at onkur sigur “bøssi”, “tapari”, “ljóta” ella “hora” í forbífartinum, kann føra til ógvusligt hóttafall í heilanum, ah, har fer ketan av--s o ikki uttan, at eitthvørt dekan grundliggjandi var galið... frammanundan.

Sosialdemokratiskur formyndara-logikkur indeed (!)

Agga Niclasen

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi