1.500 týsk løgreglufólk søkt at 62 bordellum
Týska løgreglan skuldi havt fullar hendur við at halda lógloysinum niðri, eftir at 1,2 mió islamar brutu inn í Týskland á seinastu vakt hjá súrsokkinum Merkel.
Herfyri gav “Die Bundespolizei” sær tó tíð til okkurt meiri festligt enn at jagstra ólógligar muslimar. Men politiatsóknin hevði tó eisini okkurt við sex at gera.
Tað galt eina hina størstu týsku politiaktiónina eftir kríggið. Einki minni enn 1.500 løgreglufólk lupu á 62 skøkjuhús í senn kring alt landið. Bert 7 fólk vórðu handtikin. So lutfallið millum politistyrki og handtikin var ójavnt.
Løgreglan kannar 56 fólk í hesum máli. Ákæruvaldið í Frankfurt sigur, at teirra høvuðsmistonkta er ein 59 ára gomul thailendsk kvinna (kann ikki vera nógv djús eftir í henni í tí aldrinum), og ein 62 ára gamal týskur maður (hann man eisini langt síðan vera linkaður sum kvinnudárari fyri aldur), skrivar Reuters.
Ná, men hesi bæði eru undir illgruna fyri at reka 3 bordell í býnum Siegen og fyri at hava sett í verk hetta brotsnetverkið, ið løgreglan søkti at, sigur Xinua.
Netverkið er illtonkt fyri at hava smuglað 100-tals thailendskar kvinnur o.o. tvørkynd (tað er jú so populert nú á døgum) inn í Týskland og so tvingað tey at virka sum sextrælir fyri at útvega teimum báðum skuldsettu 36.000 evrur í kostnað fyri hvønn mannaflutning, vita Daily Express og News 24 at siga.
Nú frættist, hvussu henda politikanning og rættarmálið ganga. Men klára 1.500 týskir løgreglumenn og kvinnur, sum leypa á 62 bordell í senn fyri at leita eftir 56 mistonktum, bert at handtaka 7 fólk, so eru útlitini smá fyri, at “Die deutsche Bundespolizei” hjá turkatrænum Angelu Merkel klára at halda skil á 6 mió muslimum íalt í øllum Týsklandi, torir Andøvsløtan at pástanda.
Ein hugsar um Janus Djurhuus skald, sum ironiskt kvað á sinni um “stráøld svongu” í okkara tíð: “Sukku teir í taratøðum - hetjurnar á Stiklastøðum”.
Ein kann sum Janus spyrja, hvat bleiv av Týsklandi, ið fyri bert 2 ættarliðum síðan kláraði at mobilisera 15 mió hermenn, at hertaka Evropa frá Nordkap til El Alamein, og frá Brest til Stalingrad, at banka 7 sløg av lorti burtur úr Stalin og Sovjet á herferð heilt frá pólsku ánni Vistula líka eystur til ánna Volga?
... Týskland, sum nú má brúka 1.500 løgreglufólk til at fanga eina 59 ára gamla thailendska “Bordellmutti” og ein 62 ára gamlan “deutschen Alfons”
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í bókasøvnum kring landið
Eldur í norskum trolara
Fara undir Tjørnuvíkartunnilin næsta ár
Fleiri serlæknar
Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá
Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum
Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja, at børn koma illa fyri á netinum
IRF og KOB í eina felags skipan
John Bull
Laksaprísurin lágur, men hækkingar í væntu
Makrelkvotan minkar 22% í 2025
Nýggj ferja til Kalsoyarleiðina
Nýtt Brekumboð
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 202 tons
Undirskot á fíggjarlógini verður 83 milliónir
Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring
Váðameting gerast fyri Føroyar
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur