Heiðursframsýning fyri Astrid Andreasen
Í samband við at listakvinnan Astrid Andreasen fylti 70 ár tann 31. juli verður skipað fyri stórari heiðursframsýning í Mullers Pakkhúsi.
Fernisering verður leygardagin 4. august kl. 15.
Tað eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen sum eru stigtakarar og samskiparar av framsýningini.
Astrid Andreasen er uppvaksin í Vestmanna. Hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur kring alt landið. Hon hevur m.a. gjørt nógvar tekningar av djórum og plantum í Føroyum, og hon hevur eisini tekna nógv frímerki.
Astrid er ein fjøltátta listakvinna og hevur arbeitt við m.a. áseyming, binding, hekling, baldýring, veving, vatnlitum/akryl, blíantstekningum og klippið.
Astrid er gift Bjørka Geyti. They hava tvey børn og 5 ommu- og abbabørn.
Heiðursframsýningin fyri Astrid Andreasen er opin 5.-19. august kl. 10-18, sunnudagar kl. 14-18. Framsýningin er ókeypis.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











