Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Polittisk útlutan?

Innanlands, Politikkur | 13/08-2018 16:00

Polittisk útlutan?

Menningarkvotur eru polittisk útlutan, og uppboðssølan er burturspilt orka, men einki verður sagt um tey 75%’ini av veiðurættindunum, sum vera latin teimum somu sum hava havt tey í nógv ár. Hví?

Útsagnirnar um partar av nýggju lógini um sjófeingi, hava ikki skortað spei og háðan, og summi hava brúkt uppaftur ógvusligari orð, um polittisku royndina at spjaða virðir og virksemi í okkara samfelag, og at skipa ein rættindamarknað.

Lítið verður tó talað um restina av veiðurættindunum, tó at tað er størsta og mest ítøkiliga polittiska útlutanin.

Eg eri ikki ósamdur í at menningarkvotur so ella so kunnu bólkast sum polittisk útlutan. Í hvussu er, er tað landsstýrisfólkið, sum til sjeynd og síðst góðkennir útskriving av veiðurættindum sambært lógini. So fyri tey knappliga 10 %’ini av samlaðu veiðurættindunum, sum menningarkvoturnar eru, snýr tað seg í hvussu er, í ávísan mun, um polittiska útlutan. Men neyvan til tey somu, sum frammanundan hava fingið endurnýggjað síni veiðurættindi í ávist áramál.

Uppboðssølan á 15% av veiðurættindunum hjá landinum, er skipanin, sum skuldi vera bulurin undir marknaðartreytaðu rættindasøluni. Sjálvur eri eg í iva um tey 15%’ini eru nóg stórur partur til at fremja endamálið við skipanini. Ikki minst tí at líkindini eru stór fyri at tey sum frammanundan hava veiðurættindi, við stórum sannlíki teljast millum teirra sum hava møguleika at keypa á uppboðssøluni . Svarar til at lata ung lesandi fara inn í ein Bang & Olufsen handil at keypa á ”jøvnum” føti við bankastjórar. Sostatt kann man í ávísan mun tosa um ”polittiska útlutan” her eisini, tí at rættindamarknaðurin er sera avmarkaður.

Hvørki menningarkvoturnar, ella uppboðssølan eru tó, í so stóran mun polittisk útlutan, sum tey síðstu 75%’ini av føroysku veiðurættindunum. Her beinleiðis fáa tey, sum í nógv ár frammanundan, hava havt framíhjárætt at nýta landsins rættindi, endurnýggjaðan rætt til somu rættindi í nógv ár framyvir.

Beinleiðis gáva frá samfelagnum føroyar til ávísar fyritøkur í landinum. Polittisk útlutan so tað forslær. Harmiligt at summir av hesum vísa so lítið av takksemi fyri sín framíhjárætt, tó at eg eri ivaleysur í at fleiri av hesum rættindahavarum, hava røkt hesi rættindi bæði væl og virðiliga.
Hetta svarar til, at eitt lið sum hevur verið føroyameistari í fótbólti í 10 ár á rað, fær trygd fyri stórum parti av úrslitunum tey komandi árini.

So yvirskipað er lógin um sjófeingi neyvan nøkur sólskinssøga , tá tað snýr seg um at fáa ein rættindamarknað at virka, og yvirskipa kann ikki sigast at vit eru farin frá polittiskari útlutan.

Tó bendir nógv á at leiðin er frá einari polittiskari útlutan til nakrar heilt fáar fyritøkur, til útlutan til nakrar fleiri fyritøkur. Harvið fær føroyska samfelagið spjatt virðini, og virksemið nakað.

Stóri vinningurin fyri føroyska fólkið, er eftir mínum tykki at vit við lógini um sjófeingi, hava bundið fyri, so øll okkara veiðurættindi eru staðfest ogn hjá landinum, og ikki kunnu enda í einari, ella tveimum fyritøkum, sum kunnu enda á útlendskum hondum.

Tað er ein rættiliga trivaligur sigur fyri land og fólk. Og so mugu vit liva við at lógin um sjófeingi, í stóran mun ber brá av polittiskari útlutan nøkur á framyvir. Hetta skrivar Páll á facebook


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi