Tvístøða (35) - "Eg føli meg forkertan"
Spurningur: "Eg eri ein 42 ára gamal maður. Alt sum eg minnist havi eg følt meg forkertan. Eg passaði illa inn í barnaskúlanum. Tá eg gekk í student og til hægri lestur gekk betur við at passa inn men helst bara tí eg drakk mær eina lítla kenning hvørja ferð eg skuldi vera saman við fólki. Hetta geri eg ikki líka ofta longur og tað er nokk tí at eg eri minni og minni saman við øðrum fólki. Grundin til tað er, at eg keði meg alvorliga í flestu selskapum og føli ikki at eg kann koma við ískoyti til nakrað samrøðu tí tað sum verður tosað um hevur ikki mín áhuga. Samstundis kenni eg meg meir og meir einsamallan. Eg sakni selskap sum eg tími...men eg veit ikki hvat selskap eg tími. Eg tími mína konu og míni børn tí eg elski tey og vit hava tað stuttligt saman men ofta hugsi eg at um eg nú misti konuna so hevði eg verið sera einsamallur tí eg havi bara hana og børnini. Man mær feila okkurt? Er tað ikki ov seint at fara at leita eftir vinum tá man er farin upp um 40? Og hvussu finni eg út av hvat slag av fólki eg trívist saman við?"
Tvístøða er kjaksending við Hera Joensen, Sunnevu Mohr og Arna Zachariassen. Tóri Højgaard er vertur.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur