Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Diagnosir fjala harðskap móti børnum

Rák | 28/08-2018 13:55

Ovbyrjaði børn gerast lætt strongd, og børn hava ikki ment eginleikan at handfara strongd. Hesi børn kunnu lúka treytirnar uppá nógvar diagnosir. Tað sigur Dag Nordanger, sum er doktari í sálarfrøði og nýliga var á ráðstevnu hjá Nordisk Forening mot Barnmishandling og Omsorgssvikt í Føroyum.

Dag Nordanger hevur granskað í harðskapsmálum móti børnum, har almenni myndugleikin ikki megnaði, at eyðmerkja ella lofta málinum. Tað var norska stjórnin sum setti eina nevnd at granska hesi mál, fyri at síggja hvar skipanin sveik. Á ráðstevnuni hjá Nordisk Forening mod Barnmishandling og Omsorgssvikt, legði Nordanger arbeiðið, sum gjørt er fyri norsku stjórnina, fram.

Fyrilesturin, sum hevði heitið “Failure or Betrayal”, eyðmerkti 13 økir har norsku myndugleikarnir sviku. 

Eitt av hesum økjum var, at fakfólk á barnaverndarøkinum eru óvitandi um symptomir og atferð hjá børnum. Granskingin vísti, at harðskapur móti børnum kann verða goymdur handan aðrar diagnosir, so sum ADHD. 

Dag Nordanger greiðir frá, at eins og man kann hava tunglyndi av ymiskum orsøkum, kann ein eisini uppfylla treytirnar fyri ADHD av ymiskum orsøkum. Dag Nordanger sigur, at myndugleikar innan barnavernd í Noreg eru ov óvitandi um symptomir og atburð hjá børnum, og at tey mugu skilja ímillum um sjúkueyðkenni stavar frá  eini torførari støðu ella um talan er um viðføtt brek. 

Eitt annað økið, ið sveik, sum granskingin fyri norsku stjórnina vísti, var umsorganin fyri foreldur. Dag Nordanger greiður frá, at størsti vandin fyri at børn vera fyri harðskap ella umsorganarsvik er, um foreldrini sjálvi hava uppliva tað. “Vit hava ikki eina ætlan fyri hvussu vit handfara hendan størsta váðan,” sigur Dag Nordanger. Hann leggur tó afturat, at tey viðmæla, at spurt verður inn til søguna hjá foreldrum tíðliga, í barnsburðarviðtalu, sum ein natúrligur partur av hesum samrøðum. Sambært Nordanger, eru komandi foreldur, sum hava uppliva umsorganarsvik, ofta ørkymlaði um teirra upplivingar fara at ávirka teirra foreldraførleika. Vónin er at fáa samstarv og stuðul út til foreldur so tíðliga sum møguligt, og at hetta kann verða eitt vápn at bróta harðrenda sosiala arvin. 

Nú Føroyar hava yvirtikið familjurættarøkið úr Danmark, og skulu til at gera eina føroyska skipan á familjuøkinum, mælir Nordanger til at føroyingar leggja dent á tvørfakligt samstarv, meira samskipan og tættari samstarv millum stovnar. Hann leggur eisini dent á týdningin at tosa við børnini. 

Samrøðan, sum Annika Bolton Mortensen hevði við Dag Nordanger í sendingini "Rák", kann hoyrast við at klikkja ovast til høgru.



Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi