Tvístøða (38) - Øll sendingin
Kjaksending við Harry Knudsen, Hera Joensen og Arna Zachariassen. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (2:35) "Føroysk børn lesa helvtina av tí, sum donsk børn lesa. Hví man tað vera? Hvørjar kunnu fylgjurnar vera og hvat kann man gera við tað?"
Spurningur 2: (18:05) "Í dag er einki lógarkravt aldursmark fyri at koma inn á skeinkistøð. Summi skeinkistøð velja at hava tað, men tað er ikki álagt øllum. Galdandi forboð snýr seg bara um sjálva skeinkingina fyri ungum undir 18 ár. Hvat halda tit um hetta?"
Spurningur 3: (31:20) "Herfyri var ein minniluta festivalur hildin í Norðurlandahúsinum. Festivalurin hevði sum endamál at varpa ljós á minnilutar og lív teirra. Dagin eftir skrivaði ein mamma á Facebook, at hon var fúkandi ill, tí børn hennara, uttan at hon visti av, høvdu verðið á hesum festivali og at tey har, høvdu spurningar um seksualitet, tað at vera ørvísi og um tað var í lagi at vera trúgvandi og samkyndur. Børnini skulu svara við at býta seg upp í bólkar alt eftir um tey svaraðu "ja", "nei" ella "eg veit ikki". Er talan um bólkatrýst ella eitt gylt høvi at læra børnini, at tað eru ikki øll menniskju ið eru líka. Hvat halda tit?"
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur